Kunnu fáa skaða av ávísum sleikisneisum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti nøkrum sleikisneisum, sum hava verið at fáa í Føroyum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti fleiri sleikisneisum, sum eru at fáa í Føroyum. Tað ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan, tí vandi er fyri at metalstykki eru í teimum.

Sleikisneisirnar, ávarað verður ímóti, er Zoo Lollipop, sum eru best fyri: 06.08.2022 og Malacos blandede slikkepinde (Lollipops), sum eru best fyri 11.06.2022 og best fyri 12.06.2022.

Talan er eisini um  Cloetta páskaregg, har umrøddu sleikisneisir eru í og sum eru best fyri allar dagar frá 10.07.2021 til og við 02.10.2021.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí, at metallpetti eru í sleikisneisunum, kann tað elva til heilsuskaða at eta teir.  Tískil eiga tey, sum skuldu ligið inni við onkrum av teimum, at koyra teir í skrell ella at lata teir aftur í handilin, haðani teir eru keyptir.