Vandi er fyri, at ávíst sjokolátu-mousse, sum er at fáa í handlunum, kann elva til ovurviðkvæmi.
Tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkalla áví sløg av sjokulátu-mousse, sum er at fáa til keyps í Føroyum.
Talan er um Dr. Oetker Mousse au Chocolat, 190 gramm netto,?og sum heldur sær til 21.05.2013 og 22.09.2013?
EAN-nummarið er: 5701073019627.
Orsøkin til, at vøran er afturkallað, er, at soya er í vøruni, hóast tað ikki er tilskilað í vørumerkingini.
Vandin er, at fólk?ið ikki tola soya, kunnu fáa eitt herðindi av ovurviðkvæmi.
Ráð frá Heilsufrøðiligu til brúkaran, er, at tolir ein soya, er vandi er fyri at borðreiða við vøruni fyri fólki, ið ikki tolir soya, skal vøran latast aftur í handilin ella hon skal beinast burtur.