Kunnu fáa eyka inntøkur upp á 30 milliónir

Men tað fer at taka nøkur ár at byggja tað upp

Verður føroyska ullin fingin til høldar, og síðani virka til pløgg, kann virðisøkingin av henni verða yvir 30 milliónir krónur.

 

Tað stendur í eini frágreiðing, sum er gjørd um ta føroysku ullina og um, hvat íkast hon kann vera til samfelagsbúskapin. Og tá verður roknað við, at ullin verður hagreitt í Føroyum við tí lønarlagi sum her er.

 

Í hesum sambandi verður síðsta hind nú lagt á eina innsavningarskipan við tí endamáli at fáa føroysku ullina til høldar.

 

Tróndur Leivsson stjóri á Búnaðarstovuni, sigur, at í hesi vikuni verður fundur við tey, sum kunnu hugsast at verða áhugað at keypa ullina aftur, og tá verður endalig støða tikin til, akkurát hvussu ullin skal vrakast, og hvat prísurin skal vera.

 

Men sum vit áður hava greitt frá, verður fyribild arbeitt við at vraka ullina í tveir flokkar, har einar 15 krónur verða lætnar fyri kilo av góðari ull, og næstan ongin prísur verður latin fyri tað vánaligu ullina.

 

 

Les meiri um tað her: Sleppa frá at hava bensindunk við á fjall

 

 

Tróndur Leivsson sigur, at kanningar vísa, at tað fæst eitt kilo av ull av hvørjum seyði. Men tað gamla var, at tað fekst hálvtannað kilo av hvørjum seyði.

 

Stjórin á Búnaðarstovuni heldur, at tað er tíð, at fyrr fóru tey fyrr at reka í ullarroyting. Men tað merkir so eisini, at tað er nógv lesull í haganum, tá ið seyðurin verður kliptur seint. Hann heldur tískil at eitt endamál eigur at vera at flyta ullarroytingina fram til at vera rundan um jóansøkuna. 

 

Men verða 15 krónur lætnar fyri ta góðu ullina, kann tað skjótt verða ein eyka inntøka hjá teimum, sum eiga seyðin og tað er nettupp fortreytin, at tað skal verða ein inntøka hjá teimum, sum eiga seyðin.

 

Tey, sum virka føroyska ull eru altráð eftir at fáa meiri av føroyskari ull, við teimum serligu eginleikunum, hon hevur. Men skal tað eydnast at byggja nakað út, mugu tey hava álit á, at rávøran eisini er tøk um fleiri ár og tí er hetta ein langtíðarætlan, sum tað tekur nøkur ár at byggja upp, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.

 

- Tey, sum hava handlar sum selja bundin pløgg, fortelja nógvar søgur um, at ferðafólk leggja pløggini aftur, tá ið tey fáa at vita, at hóast sniðgevingin er føroysk, er talan kortini um útlendska ull,.

 

Tróndur Leivsson sigur, at fæst tað at rigga at taka ímóti ullini, verður næsta stigið, at skipa fyri, at ullin eisini verður vaskað í Føroyum, so at tað slepst undan at senda hana av landinum.

 

Hann sigur, at tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at tað hevði borið væl til og tá fer at bera nógv betri møguleika at gagnnýta ullina, bæði broddaullina og rótullina, sum bæði hava frálíkar eginleikar til ymisk endamál.