VÀGATUNNILIN
Leiðslan og nevndin í P/F Vágatunnilinum situr enn og roknar út, hvussu nógv skal skerjast av kostnaðinum fyri at ferðast undir Vestmannasundi.
Nýggju útrokningarnar vórðu neyðugar, tá søgan um vágatunnilin fekk enn ein kapittul, tá nýggj tøl frá Strandferðsluni komu til yvirflatuna, ið vísti eitt munandi øðrvísi ferðamynstur enn tað, ið Vágatunnilin hevði roknað við.
Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Vágatunnilin, sigur, at teir í løtuni arbeiða internt við at áseta nýggjar prísir. Tað hevur verið frammi, at prísirnir skulu lækkað við tjúgu prosentum, men Dávid R. Hansen vil ikki siga nakað, hvussu stór lækking talan verður um.
Hann sigur tó, at Vágatunnilin hyggur longur enn bert eitt ár aftur í tíðina.
?Vit skulu reka tunnilin í fimtan ár, og tí skulu vit eisini áseta prísir, sum skulu miðja eftir at kunna galda í fimtan ár. Hetta gera vit best við at hyggja fimtan ár aftur í tíðina, sigur Dávid Reinert Hansen.
Stjórin metir, at á henda hátt vil tann mest rættvísa myndin vísa seg.
Óheppið
Spurdur, hvørt hann ikki helt hetta vera løgið, nú nýggj tøl knapliga koma fyri dagin vikur eftir, at Vágatunnilin hevur almannakunngjørt prísir, ið sagdar vera at vera grundaðir á tøl frá Strandferðsluni.
?Eg undrist eisini. Hetta er sera óheppið. Vit høvdu vent okkum til Strandferðsluna og fingið tøl, men so koma hesi tølini, og tað undrar meg, sigur Dávid R. Hansen.
Hann vísir aftur, at hetta var planlagt frá byrjan fyri at røkka einum kompromis.
Hann metir ikki, at nakar illvilji er millum Strandferðsluna og Vágatunnilin, men hann bert staðfesta, at teir ikki meta seg hava gjørt nakað skeivt í sambandi við at fáa til vega hagtøl.
Dýrari
Kostnaðurin fyri Vágatunnilin er vorðin væl dýrari, enn áður ætlað. P/F Vágatunnilin metti kostnaðin til 240 mió. upprunaliga, men endaligi kostnaðurin fer at liggja millum 275 mió. og 280 mió.
Orsøkin til meirkostnaðin er príshækkingar, umsiting og serliga tað, at krøvini í sambandi við trygd og annað eru broytt.
Vágatunnilin nýtir norskan normal, og hesi krøv mugu teir hjá Vágatunnilinum rætta seg eftir.
?Tað er ikki nakað at gera við hetta. Vit mugu bara rætta okkum eftir hesum, sigur Dávid Reinert Hansen.
Í síðstu viku skrivaðu vit um, at landið longu hevði nýtt hópin av pengum upp á Vágatunnilinum og við lántøkuni hjá P/F Vágatunnilinum, so er higartil goldið væl meira enn ein tunnil kostar.
Í hesum sambandi spurdu vit eisini Henning Jacobsen, fyrrverandi Landsverkfrøðing, um ein viðmerking. Hann nevndi, at teir í 1988 upprunaliga planlagdu at gera tunnilin fyri 230 mió alt íroknað.
Í árunum 87-89 vórður 45 milliónir játtaðar á fíggjarlógini, og hesir pengar vórðu eisini nýttir til at seta hol á arbeiðið.
Henning Jacobsen metir, at størsti munurin er á hesari verkætlanini og teirri upprunaligu sjálvandi er tíðin, men hann nevnir eisini, at teir vildu havt væl minni umsiting, nýtt fleiri føroyskar arbeiðarar og teir høvdu eisini nýtt longri tíð.
Dávid R. Hansen sigur, at verkætlanin í dag er munandi øðrvísi , enn hon, ið Landsverkfrøðingurin planlegði í sínari tíð.
?Tað er fyrst nýggjar tíðir. Hetta merkir eisini, at krøvini eru heilt øðrvísi, og hetta ger ætlanina munandi dýrari, sigur Dávid R. Hansen.
Av teimum upprunaligu 45 mió. hevur Vágatunnilin fingið gleði av einum parti av tí, ið hesir pengar fóru til.
?Øll prosjekteringin er gjørd umaftur, og fleiri av amboðunum eru farin aftur til Landsverkfrøðingin. Men ein partur er komin okkum til góðar, sigur Dávid Reinert Hansen.
Hann leggur afturat, at fyri Vágatunnilin hevur tað stóra týdning, at arbeitt verður gjørt so skjótt sum gjørligt. Landsverkfrøðingurin arbeiðir útfrá einari játtan, men P/F Vágatunnilin skal gjalda eitt lán aftur, og tí er tað sera týdningarmikið, at skaptar verða so nógvar inntøkur so tíðliga sum gjørligt.
Mynd: Dávid R. Hansen sigur, at einki kann gerast við meirkostnaðin fyri Vágatunnilin.
Mynd: Jens Kristian Vang.