Kunnu bara lurta eftir sviknum pápum

Felagið Børn uttan Rættindini fær lítið gjørt fyri at hjálpa pápum, sum hóast avtalu ikki sleppa at síggja síni børn. Frægasta hjálpin at geva teimum er bara at lurta, sigur Edith Dahl, forkvinna

Børn og foreldur

Hvat kann ein pápi gera, tá ið hann hevur fingið samveruresoultión gjøgnum Ríkisumboðið um at at hava barn sítt ávísar dagar, og mamman forðar honum í at síggja barnið?
- Mannagongdin er at fara til fútarættin, men eg veit, at fleiri pápar aftra seg við at fara so langt, sigur Edith Dahl, forkvinna í felagnum Børn uttan Rætttindi.
Hon veit eisini okkurt dømi um, at tosað hevur verið at biðja barnaverndina um hjálp, og tá gekk betur, tí tað vildi mamman hóast alt ikki mátti henda.
Edith Dahl hevur um høgtíðina frætt frá fleiri ólukkuligum foreldrum, sum ikki hava sloppið, hóast resolutión frá Ríkisumboðnum um, at foreldrið skuldi hava barn sítt í eitt ávíst tal av døgum.

Ringast hjá útisetum
- Tað er bara so, at foreldrið, sum hevur barnið, altíð kann seta forðingar av vegnum, og syrgiligastu ósemjurnar eru, tá ið hitt foreldrið býr uttanlands og bara kann síggja barn sítt við at koma heim, til dømis á jólum, sigur Edith Dahl.
Tað er ikki líka lætt at bróta avtalurnar, tá ið bæði forldrini búgva í landinum.
Edith Dahl sigur, at fleiri foreldur, sum ikki hava fingið loyvi at síggja barn sítt um høgtíðina, hava ringt til Børn uttan rættindi um høgtíðina, og tey í felagnum hava lítið annað kunnað hjálpt við enn at lurta. Í felagnum eru fólk, sum hava verið fyri tey saman, ella eru í somu støðu, og tey duga at lurta.
Tey, sum ringja, hava ofta nógv brúk fyri at tosa, tí støðan er so fast læst.
Edith Dahl sigur, at fleiribørn hava ilt við at skilja, hví myndugleikarnir skulu blandast uppi spurningin, nær tey skulu vera saman við mammuni og nær saman við pápnum.
- Børnini hugda logist. Bara foreldrini tosaðu saman, var eingin trupulleiki, sigur Edith Dahl.
Felagið Børn uttan Rættindini hevur avmarkað arbeiðsorku. Tað er mest, tí ið mál taka seg upp sum nú um høgtíðina, at felagið virkar eftir ætlan.

Tvey foreldur
Málið hjá felagnum er greitt:
Felagið arbeiðir fyri at tryggja øllum børnum, hvørs foreldur hava valt ikki at liva saman, rætt til gott og tætt samband við bæði foreldur.
Hetta skal vera ein rættur hjá børnunum og ein skylda hjá báðum foreldrum at virða.