Tað vera bara vanlig ferðafólk við ongum bili, sum fáa bíligari ferðaseðil við Strandferðsluni næsta ár.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Nú síðsta hond verður løgd á fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Løgtingið fyribils samtykt at seta 1,5 milliónir krónur av til Strandferðsluna og upphæddin er markað til at lækka prísin á ferðaseðlum 15 prosent.
Endamálið við tí er at minka um prísmunin á at sigla við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Fíggjarlógin skal endaliga samtykkjast seinni í vikuni.
Men Johan Dahl ger vart við, at hetta røkkur bara til at lækka prísin á vanligum ferðaseðlum.
Verður øll játtanin brúkt til at lækka prísin á vanligum ferðaseðlum, altso hjá fólki, sum ikki ferðast við bili, kann prísurin lækkast 15 prosent.
Hann fer nú at viðgera spurningin um, hvussu prísirnir skulu lækka.
Verður ein millión brúkt til at lækka prísin á vanligum ferðaseðlum, kann prísurin lækkast 10 prosent.
Hinvegin sigur hann, at skal prísurin fyri at sigla við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, javnsetast av álvara, altso bæði fyri bilar og ferðafólk, skal Strandferðslan hava eina eykajáttan á 10 milliónir.
Tá ber til at lækka prísirnir fyri at sigla við Strandferðsluni, og at koyra við Bygdaleiðum, eini 30 prosent, sigur Johan Dahl.
|











