Kunningarstovan í Vági opin

Nú er tvær kunningarstovur í Suðuroynni, tí fríggjadagin var móttøka í nýggju kunningarstovuni í Vági, sum heldur til í Gamla Skúla

Fríggjadagin sá nýggj kunningarstova dagsins ljós, tí móttøka var tá í nýggju kunningarstovuni í Vági, sum serliga skal taka sær av syðru helvt av Suðuroynni. Hildið verður til í gamla skúlanum við høvuðsvegin  miðskeiðis í býnum.
Á Tvøroyri hevur kunningarstova verið, men fyrr í ár stovnaðu kommunurnar í Suðuroynni felagið Ferðavinnan í Suðuroy, ið er eitt átak fyri ferðavinnuna í oynni. At hava eina kunningarstovu í syðru helvt av oynni er eitt av endamálum felagsins.
Kunningarstovan í Vági kemur at taka sær av vanligum kunningartstovu virksemi, t.d. skipa fyri tiltøkum og útferðum. Har er t.d. sluppin Johanna TG326 til at taka. Og so er eisini uppgávan at vera kunnandi hjá fólki á staðnum og vitjandi.Heidi Kilgour er sett at taka sær av kunningarstovuni í Vági, sum er opin hvønn gerandisdag frá klokkan 9:00 til 16:00.