Í sambandi við, at Kunningarstovan flutti inn í Gamla Bókhandil at húsast saman við Bókhandlinum, var fríggjdagin móttøka í nýumvældu hølunum. Nógv fólk hevði leitað sær inn á gólvið, og blandið av móttøku og jólagávukeypi var eitt sindur stuttligt.
Halgir Winther Poulsen helt røðu vegna nevndina og segði m.a., at húsini høvdu verið í so ringum standi, at tey vóru um at rapa saman. Tí var hetta ein neyðug umvæling. Nevndin avgjørdi beinanvegin, at hølini skuldu gerast út frá tí leisti, at hetta varð ein handil, ið fólk høvdu hug at keypa í. Tað er kostnaðarmikið at hava eini gomul hús sum hesi, og tí skal handilin helst hava ein fittan vinning.
Halgir gleddist eisini um, at Kunningarstovan var flutt inn. Tí hetta tryggjaði eina fasta inntøku, ið kundi vera við til at tryggja hesi gomlu hús, eisini fekk hetta drigið nógv fólk inn á gólvið í bókhandlinum.
Hann fegnaðist eisini um, at hóast umvælingin var dýr, so var hon ikki líka dýr, sum onnur hús í grannalagnum. Hetta var uttan iva eitt lítið prik um Degns hús til Heðin Mortensen, borgarstjóra, ið var til staðar. Halgir segði somuleiðis, at teir áttu eitt stórt grundstykkið aftan fyri bókhandilin, so um teir nakrantíð fingu fíggjarligar trupulleikar, so søktu teir um byggiloyvi á stykkinum. Hetta førdi til nógvan látur millum gestirnar.
Eisini Ingigerð á Trøðni fegnaðist vegna Kunningarstovuna, um nýggju hølini, ið hon var sera væl nøgd við. Hon vísti á, at gomlu hølini vóru høli, ið Kunningarstovan flutti fyribils inn í fyri 8 árum síðan, so gott var at endiliga sleppa inn góð høli.
Hon vísti á, at tey høvdu roynt at hildið hølini í trá við tað gamla, og høvdu brúkt nógv av tí gamla í innrættingini av hølunum. Eitt nú er gamli diskurin, ið plagdi at standa í bókhandlinum, settur í stand. Hann var illa farin og tí hevur hann millum annað fingið nýggja plátu. Eisini er ein metur skorðin av diskinum fyri at pláss skal vera fyri honum í Kunningarstovuni.