Kunningarstovan í Miðvági er niðurløgd, og virksemið flutt út á flogvøllin, har alt er savnað í Kunningardiskinum.
Seinnu árini hevur Kunningarsotvan í Vágum hildið til í Miðvági. At byrja við nakrar tímar um dagin í kommunuhúsinum. Men seinasta árið ella so hevur verið opið allan dagin í nýggjum hølum.
Hetta er nú vorðið søga, og alt virksemið hjá Kunningarstovuni hjá Felagnum Vágum er flutt út á flogvøllin og er nú í Kunningardiskinum á flogvøllinum. Har, Kunningarstovan var, er handil latin upp.
Tað varikki tí, at tað var ov trongligt í Miðvági. Heldur er tað øvugt, at nú er sera trongt hjá teimum báðum starvsfólkunum, sum starvast aftan fyri Kunningardiskin.
Tað var eitt sindur óarbeiðsligt at hava kunningarstovuna býtta í tvey, við skrivstovu í Miðvági og diskinum á flogvøllinum. Tískil varð valt at lata aftur í Miðvági og savna alt virksemið á flogvøllinum. Hetta tí, at mett varð, at flogvøllurin er tað mest natúrliga staðið at hava eina kunningarstovu liggjandi í Vágum.
Kunningardiskurin samskipar tiltøk, sum hildin verða í oynni og kunngerð tey. Eitt nú við at leggja á Portalin. Eisini veitir hann tænastur fyri aðrar kunningarstovur. Eitt nú fara tey frá fríggjadegnum at selja atgongumerki til sjónleikin Fólk og dólgar í kardumummubýi, sum verður leiktur í Sjónleikarhúsinum í Havn í januar. Men fólk, sum ætla í dólgaselskap, mugu skunda sær, tí einans hundrað atgongumerki eru at fáa í Vágum.