Kunningarstovan í Havn broytir nú navn til Visit Tórshavn. Endamálið við navnaskiftinum er liður í at nútímansgera kunningarstovuna.
- Hetta er ein liður í at arbeiðnum við at nútímansgera kunningina. Navnið Kunningarstovan er eitt sindur trupult hjá okkara ferðafólkum at úttala og skilja, og Visit er eitt hugtak, sum er kent uttanlands og ger tað lættari fyri ferðafólkini at finna okkum á alnótini, sigur stjórin á Kunningarstovuni, Theresa T. Kreutzmann.
Somuleiðis verður nýggj heimasíða eisini kunngjørd.
- Heimasíðan er alsamt í menning, og næstu vikurnar kemur meira og meira fulfíggja yvirlit um allar handlar og nýggjar túrar, sigur Theresa T. Kreutzmann.
Til ber at síggja nýggju heimasíðuna á www.visittorshavn.fo.