Tvøroyrar kommuna fer í næstum undir eina tilgongd at umskipa og flyta kunningarstovuna úr verandi hølum á kommunuskrivstovuni á Tvøravegi 37 til fyrrverandi avgreiðslubygningin hjá Posta í Sjógøtu 2.
Við hesum metir kommunan, at kunningarstovan fær eina munandi betri staðseting við tíðarhóskandi og góðum møguleikum at avgreiða borgarar, gestir og vitjandi annars á Tvøroyri.
- Vegna minni tørv á avgreiðsluhølum hevur Posta gjørt av at flyta alt teirra virksemið úr bygninginum í Sjógøtu 2 og í nýggja byggningin hjá MTV í Líðini í Trongisvági, har eitt nú Rúsdrekkasøla Landsins heldur til.
Tvøroyrar kommuna er eigari av eystaru helvt av bygninginum í Sjógøtu 2, meðan BankNordik eigur vestaru hálvuna. Føroya Eftirskúli leigar ovaru hæddina í eystaru lonini frá Tvøroyrar kommunu.
- Bygningurin er bygdur sum avgreiðslubygningur. Hann er sera sjónligur og liggur væl fyri í sentrum á Tvøroyri. Atkoman hjá rørslutarnaðum og eldri borgarum er sera góð, eins og góðir parkeringsmøguleikar er nær bygninginum.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at her eru løðistøðir til elbilar, busssteðgipláss hjá Bygdaleiðum, og nærmasti granni er SSL, ið samskipar allan ferðafólkflutning í Føroyum.