Kunningarskriv til okkara fólkavaldu

Harry Jensen, bygdarráðsformaður
----



Tá tað vísir seg, at tað er ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, at fáa samskifti við okkara fólkavaldu politikarar um ymisk viðurskifti í Skúgvi, vil eg gjøgnum portalar og bløð gera okkara løgtingslimir varugar við, at teir aftur hava fingið eina skrivliga áheitan frá okkum. Hesuferð er talan um farmaflutningin.
Tá vit í fjør royndu at ávirka, so vit ikki mistu játtanina til havnargerð, var tað at kalla ongin politikari, sum svaraði.
Ta einu ferðina sendu vit teldupost til allar løgtingslimirnar, umframt øll landstýrisfólkini, løgmann og løgtingsformannin.
Minnist meg rætt, var tað bara Bjørn Kalsø, sum svaraði.
Eg ringdi til onkran av hesum fólkum, men øll søgdu seg ikki hava sætt nakað teldubræv.
Ein ringdi, og spurdi hví hann onki bræv hevði fingið, men brævið var sent til allar telduadressurnar í tinginum.
Einaferð sendu vit innskrivaði brøv til allar flokkar á tingi, tá fingu vit kvittan fyri móttøku – og onki annað.
Eg havi hug, til stuttleika, at nevna, hvussu tað gekk tá vit møttu Alfred Olsen, tingmanni á gøtuni í Havn.
Vit vóru í Havn í øðrum ørindum fyri kommununa, stutt eftir at hesi teldubrøv vórðu send.
Vit møttu Alfred á Vaglinum, og spurdu hann, hvat hann segði um bræv okkara.
Hann stóð tá sum ein smádrongur, ið hevur gjørt okkurt keðiligt, hugdi niður og skavaði í vegin við skógvatrantinum, í meðan hann segði seg ikki hava sætt nakað bræv.
Knappliga tendrar okkurt ljós, og maðurin nærmast loysnar frá vegnum og sigur: “Nú veit eg hvat tit skulu gera. Sendið eitt bræv til Rættarnevndina, har eri eg formaður, vit hava fund í næstu viku, tá skal eg taka tað upp, og so frætta tit aftur”.
Tað gjørdu vit so, men sum vant kom onki svar.
Hesaferð skrivi eg mest fyri at kunna tykkum politikkarar um, at bræv er sent til allar flokkar á tingi, umframt til Johan Dahl landsstýrismann, so kunnu tit í hvussu er ikki siga at tit onki vita.
Vónandi vaknar onkur, og setur seg somikið inn í hetta, fyri okkum so týðningarmikla mál, at okkurt verður gjørt.