Føroya Skipara- og navigatørfelag hevur sagt sáttmálan millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag upp at fara úr gildi 1. desembur 2002.
Tveir fundir hava verið millum feløgini í samband við sáttmálan. Á fyrra fundinum, ið byrjaði týsdagin 26. november kl. 14, legði FSN síni krøv fram. Meir hendi ikki á tí fundinum.
Á seinna fundinum, ið byrjaði hósdagin 28. novembur kl. 14, legði FR síni tilboð/ krøv fram. FSN segði FR, hvat FSN kundi góðtaka av tí sum FR var komið við.
FR boaði frá, at FR vildi ikki samráðast, uttan so, at FSN frásegði sær tann sáttmálan, sum feløgini skrivaðu undir 12. januar 1999, og váttaði, at FSN vildi samráðast út frá einum sáttmála, sum FR hevur broytt aftan á undirskrivan.
Kravið frá FR kundi FSN sjálvsagt ikki góðtaka, og boaði FR frá, at um FR ikki veik frá sínum kravi, so metti nevndin í FSN seg ikki hava annan møguleika fyri at koma víðari, enn at boðsenda semingsstovninum. FR helt fast við sína støðu. Tískil slitnaðu samráðingarnar sama kvøld umleið kl. 19. Fríggjamorgunin tann 29. novembur ringdi undirritaði vegna FSN til semingsmannin Súna Schwartz Jacobsen, vitandi um, at fyrstvaldi semingsmaðurin John Rajani hevur biðið um at vera loystur úr starvi, tí at hann er farin í annað starv. Sagt var honum frá støðuni sum nevnd er omanfyri.
Eftir góðkenning av uppskoti frá semingsstovninum, varð sáttmálain longdur til 16. desembur 2002 á miðnátt.
Tá partarnir mánamorgunin 16. desembur møtturst til samráðingar var støðan tann sama. Semingsmenninir vóru av tí fatan, at tað bar ikki til at byrja eina seming, uttan at partarnir vóru samdir um samráðingargrundarlagið. Avgjørt varð so, at tað skuldi gerast ein nýggjur sáttmáli, sum hvørki kundi sigast at vera sáattmálin sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag høvdu skrivað undir, ella sáttmálin, sum Semingsmennnir høvdu broytt eftir undirskrivan. Mátan at gera tað upp á,tóku báir partar undir við. Hóast tað ikki varð víst til undirskrivaða sáttmálan ella tann aftan á gjørda sáttmálan hjá Føroya Reiðarafelag, so var lætt at síggja, hvat nýggja sáttmálauppskotið víkti frá tí undirskrivaða sáttmálanum.
Tann serligi munurin millum sáttmálarnar er, at í undirskrivaða "SÁTTMÁLANUM ? KRAFTBLOKKASKIP VIÐ NÓT OG TROLI", minni enn 1500 tons, har manningartalið er 12 ella meira, er eykaparturin hjá 2. stýrimanni 0,5. Í broytta sáttmálanum er eykaparturin fyri 2. stm. 0,25.
Eisini er í ávísum sáttmálum ásett, at eykaparturin skal roknast av SØLUVIRÐINUM, og ikki av avlopinum, sum reiðarafelagið krevur. Munurin millum SØLUVIRÐIÐ og AVLOPIÐ er, at ávísar útreiðslur eru farnar av, so sum olja, proviantur trygging av veiðu og manningarovnum v.m.. Tí verður ein eykapartur, sum er roknaður av SØLUVIRÐINUM størri enn ein sum er roknaður av AVLOPINUM.
Í sáttmálan, sum varð undirskrivaður 12. januar 1999, varð gjørdur ein nýggjur sáttmáli fyri trolarar sum heilfrysta umborð. Tað sum vit í FSN gingu inn fyri tá var, ein sáttmáli fyri trolarar, sum veruliga heilfrystu umborð, so sum PELAGOS og FRAM, sum tá heilfrystu ávís uppisjóvar fiskasløg, so sum gulllaks, makrel og svartkjaft. Serliga grundgevingin fyri at gera ein sáttmála fyri trolarar sum heilfrysta umborð var, at slík freamleiðsla krevur munandi minni fólk , enn um fiskurin varð meir viðgjørdur enn bert pakkaður og frystur Tann sáttmálan hava trolarar, sum royna í Irmingarhavinum brúkt, hóast teir hava skráskorið og glaserað fiskin. Vit í FSN hava biðið um, at tann sáttmálin verður brúktur, tá NORÐBORG heilfrystur umborð, men tað við FR ikki, við tí grundigeving, at NORÐBORG er ikki trolari. Um NORÐBORG fiskar fiskin, sum teir heilfrysta umborð við nót, so mugu vit viðganga, at vit hava ikki krav upp á at tann sáttmálin verður brúktur, men driftin við einum nótaskipi er bíligari enn við troli, so tað átti ikki at verið ein trupuleiki, heldur ikki um býtisprosentið er 28, sum annars verður brúkt umborð á NORÐBORG, men í tí sáttmálanum er eykaparturin hjá 2. stýrimanni 0,5, og tað er tað sum er tann veruligi trupulleikin, sæð við FR eygum.
Tað er heldu eingin sáttmáli fyri NORÐBORG tá teir skera sild ella makrel til flak. Hinvegin, so er ein sáttmáli fyri verksmiðjutrolarar á svartkjafta og gulllaksaveiðu, men hann vil FR heldur ikki góðtaka fyri NORÐBORG, tí umborð á NORÐBORG er tað sild og makrelur, sum verður skorið til flak, og ikki sum tað stendur í sáttmálanum, svartkjaftur og gulllaksur.
Tá nýggi CHRISTIAN í GRÓTINUM og KRÚNBORG komu, varð gjørdur ein sersáttmáli Tað serliga við tí sáttmálanum var, at at býtisprosentið skuldi vera 16, til hvørt skipið hevði fiskað fyri 150.000.000. kr. tá skuldi býtisprosentið broytast til 17,5, ið er tað sama sum fyri TRÓND Í GØTU. Samstundis skuldu eykapartarnir hjá stýrimonnunum broytast soleiðis: 1. stm. frá 0,75 til 0,875 og hjá 2. stm. frá 0,25 til 0,5. Tað eru teir í dag.
Tað var eisini gjørdur ein sersáttmáli fyri "nýggja" JUPIDER. JUPIDER er undir 1500 BRT, og tí skuldi býtisprosentið verið 26, men har bleiv gjørdur ein sersáttmáli so at fyri JUPIDER er býtisprosentið 20. Í uppskotinum til ein nýggjan sáttmála hevur FSN skotið upp, at "støddarbólkarnir " av nótaskipum verða líkastillaðir, soleiðis, at øll verandi nótaskip, minni enn 1500 BRT hava eins eykapartar, uttan mun til manningartal, og uttan mun til um somu skip veiða við troli .
Tað sama er skotið upp fyri " støddarbólkin " av nótaskipum omanfyri 1500 BRT, eisini uttan mun til um veitt verður við troli ella nót, og soleiðis hevur tað verið fyrr, men tað kom ein ójavni í við síðstu sáttmálasamráðing, og tá KRÚNBORG og CHRISTIAN í GRÓTINUM komu. Í dag er tað soleiðis, at TRÓNDUR í GØTU og JUPIDER hava lægri eykapartar enn CHRISTIAN í GRÓTINUM og KRÚNBORG. Tað halda vit í FSN er ikki rætt. Men vit vilja heldur ikki at tann bati sum vit hava samrátt okkum til skal burtur við at lækka teir hægru eykapartanar.
Broytingar uppskotið fyri nótaskipini er sum niðanfyri víst.
Sáttmáli fyri kraftblokkaskip við nót og troli:
18 Í sáttmálanum fyri kraftblokkaskip við nót og troli, minni enn 1500 brt, og tá manningartalið er 11 ella minni, verður eykaparturin hjá 2. stýrimanni broyttur til 1,182%.
19 Fyri nótaskip minni enn 1500 brt, (við troli) verður
eykaparturin hjá 2. stýrimanni broyttur til 0,5 eykapart:
20 Fyri skip størri enn 1500 brt, ið royna við nót og troli verða eykapartarninr soleiðis:
Skiparin fær:1 part og 1,75 eykapart
1. stýrimaður fær:1 part og 0,875 eykapart
2. stýrimaður fær:1 part og 0,5 eykapart
21 Ssersáttmálarnir fyri CHRISTIAN í GRÓTINUM, KRÚNBORG og JUPITER verða strikaðir, tó so, at JUPITER framhaldandi avroknar við 20 % av søluvirðinum, tá proviantur og inntøkutapstrygging eru drigin frá. Fyrr, t.v.s frá 1968 til 1. januar 1999 var ein sáttmáli fyri trolarar á saltfiska og flakaveiðu. Tann sáttmálin varð í 1999 býttur upp í 2 sáttmálar, ei fyri smærri flakatrolarar og ein fyri størri flakatrolarar. Ein partur av uppskotinum hjá FSN er at koyra báar aftur í ein sáttmála, og at broyta yvirskriftina, soleiðis, at at yvirskriftin verður:
Sáttmáli fyri veiðu við trolarum á saltfiska og flakaveiðu, og / ella at fiskurin verður viðgjørdur, so sum kruvdur, kruvdur og avhøvdaður ella skráskorðin v.m. Tann broytingin verður gjørd fyri at fáa ein sáttmála, sum er orðaður eftir tí sum skipini verða brúkt til og fyri at hava sama slag sáttmála fyri sama slag skip og veiðihátt.
Í tí sáttmálanum, sum varð gjørdur við síðstu sáttmálasamráðingarnar, fyri trolarar, sum heilfrysta umborð, hevur FSN biðið um at fáa yvirskriftina broytta til at vera:
Sáttmáli fyri trolarar og nótaskip, sum heilfrysta umborð. Heilfrystur fiskur, er fiskur, sum er frystur við høvdi og gørnum. Eisini er skotið upp, at býtisprosentið verður broytt frá 27 til 28.
Í sáttmálanum fyri verksmiðjutrolarar á svartkjafta- og gullaksaveiðu, verður biðið um, at yvirskriftin verður broytt til at vera: Sáttmáli fyri verksmiðjutrolarar og verksmiðjunótaskip, á svartkjaftaveiðu, gulllaksaveiðu, makrelveiðu og sildaveiðu.
Tann broytingin er umbiðin fyri at sáttmálin skal kunna brúkast fyri øll tey nevndu fiskasløgini, og at sáttmálin ikki bert er avmarkaður til svartkjaft og gulllaks.
Nevnast skal, at undirritaði er av tí fatan, at lønjavningarstovan hevur ikki loyvi at útgjalda minstuløn, dagstudning og /ella forskot um eingin sáttmáli er. Tað er tí ikki líka mikið, um sáttmáli er á økinum ella ikki.
Í síðsta semingsuppskotinum, er ongin av teimum broytingunum tikin við, sum nevnd er omanfyri, men hækkaðu eykapartarnir, sum FSN hevur samrátt seg til fyri ávís nótaskip, eru lækkaðir.
Tað eru eisini onnur krøøv í uppskotinum hjá FSN, m.a. krøv sum Føroya Fiskimannafelag hevur fingið inn í sáttmálan, men tað eru nokk serliga omanfyri nevndu krøv sum skapa trupuleikan.
Eitt av krøvunum sum FSN hevur kravt er, at reiðaríini skulu gjalda fyri skei sum verða kravd eftir at ein er starvssettur í reiðarínum, men eisini tað hevur FR avvíst.
Eg ætlaði ikki at nevna sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið ( MF )og Føroya Reiðarafelag í hesum samanhangi, men tá formaðurin í FR í Sjónvarpi Føroya hevur víst á, at um vit í FSN fáa kravdu hækkingarnar, so kemur MF eisini at krevja somu hækkingar.
Hvørji krøv MF setir, tað er okkum óviðkomandi, men eg vil bert gera vart við, at MF við sáttmálasamráðingarnar, eg hugsi tað var í 1991, fekk hækkað partarnar fyri maskinstjóran, sum fyrr varð kallaður 1. meistari og fyri 1. meistara, sum fyrr varð nevndur 2. meistari, júst so sum FSN hevur kravt bæði fyrr og nú. Fyrr var tað eisini so, at hægstur var skiparin, og síðan fylgdust 1. stm og 1. meistari og 2. stm. og 2. meistari. Úttalan hjá formanninum í FR er tí ikki serliga væl grundað.
Tá Føroya Reiðarafelag kallar krøvini frá FSN fyri vitleys, so kan tað bert tilskrivast viti hjá teimum at skilja krøvini.