Kunning
Vágar:Nýggi leiðarin á Kunningarstovunik í Miðvági, Terji Nielsen, hevði sín fyrsta arbeiðsdag mánadagin.
Nýggi leiðarin er settur í starv av Felagnum Vágar og skal vera leiðari á Kunningarstovuni í Vágum. Kunningarstovan er samtak millum øll vinnufeløg, her undir ferðavinnuna, í oynni, sum eru skipað í Felagið Vágar.
Terji Nielsen er 31 ára gamal og ættaður úr Havn. Hann hevur fortíð í ferðavinnuni, har hann hevur arbeitt í eini trý á hjá Smyril Line. Millum annað á incoming deildini hjá felagnum. Hann er útbúgvin lærari, og hevur seinastu tíðina arbeitt sum lærari í Danmark.
Terji Nielsen, sigur við Sosialin, at hann nú fyrst av øllum má læra oynna at kenna, áðrenn hann kann fara undir at selja hana. Tí tað er tað, hann skal.
Ein av uppgávunum hjá nýggja kuningarleiðaranum verður at samskipa tiltøk av ymsum slagi, sum vera í Vágum. Tað verið seg bæði fyri ferðavinnu og handilslív. Ítróttarfeløg og hvat nú vera kann, sigur Terji Nielsen
Kunningarstovan hevur higartil hildið til í Kommunuhúsinum í Miðvági, og tað verður eisini her, Terji Nielsen fer at starvast fyrstu tíðina. Tí arbeitt verður við ætlanum um at flyta. Miðvágs Kommuna hevur sjálv brúk fyri hølunum, og eisini verður hildið, at tað er í so trongligt, har Kunningarstovan nú heldur til.
Væntandi verður avgjørt í hesi vikuni, hvar nýggju hølini hjá Kunningarstovuni vera.