À kunningarherferð um hægri útbúgvingar

Seinastu vikuna hava umboð fyri MFS ferðast kring oyggjarnar og greitt miðnámsskúlanæmingum frá um hægri útbúgvingar. Stigtakararnir leggja seg eftir at greiða frá um tey praktisku viðurskiftini, sum eru tengd einari nýggjari útbúgving í einum nýggjum landi

Útbúgving

Meðan veturin letur upp fyri sínum síðsta mánað, er tíðin eisini vorðin búgvin hjá ungfólkum at hugsa um framtíðina og víðari lestur. Ein partur av hesum, tey á miðnámsskúlunum kring landið, hava hesa seinastu vikuna fingið vitjan frá MFS, Meginfelag føroyska studenta.
Tær báðar, Halla Nolsøe Poulsen og Guðrið Weihe, hava hildið fyrilestur fyri miðnámsskúlanæminugum kring landið.
?Ætlanin hjá okkum er at fanga tey, ið verða liðug við teirra útbúgving í summar, og siga teimum frá, hvat tey skulu gera og vænta sær. Vit greiða ikki frá um hvørja útbúgving sær, men siga heldur frá teimum praktisku viðurskiftunum, sigur Halla Nolsøe Poulsen, sum er virkandi formaður fyri MFS.
Tær báða leggja dent á, at tað hevur alstóran týdning, at tey ungu byrja at hugsa um í góðari tíð - eisini um tey ikki ætla sær at byrja eina útbúgving beinanvegin.
Halla sigur, at tað eru nógv praktisk viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, áðrenn ein fer av landinum í lestarørindum.
Tær báðar leggja dentin á at greiða frá, um hvussu tað er at fara undir hægri lestur í Danmark, tá ið tað er har, ið tær báðar lesa.
?Mann kann gott siga, at vit við hesum royna at skapa eitt samband við tey á miðnámsskúlunum, sum tørvur er á, og lestarvegleiðararnar ikki altíð kunnu, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
Við sær kring oyggjarnar hava MFS-umboðini havt Holger Arnbjerg, ið er leiðari fyri Altjóða Skrivstovan, sum hevur til endamáls at stuðla og ráðgeva í sambandi við útbúgvingar uttanfyri kongaríkið.
?Tað vísir seg, at tað er ein stórur partur av teimum lesandi, ið leita aðrastaðni at lesa enn í kongaríkið. Tað er framvegis tann størsti parturin, ið fer til Danmarkar, og vit vilja fegin vegleiða og hjálpa øllum so nógv, ið vit kunnu, sigur Halla.
Tær báðar meta, at fólk fyrst og fremst skulu velja útfrá áhuga. Samstundis hevur tað stóran týdning, at alt verður gjørt í góðari tíð. Og at leita sær eftir onkrum at búgva í má gerast so skjótt sum gjørligt. Hóast vit nú skriva februar, er nóg mikið av tíð eftir til at søkja skúlar og bústað.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast á www.mfs.fo og við at senda teldubræv til msf@mfs.fo.