- Trupulleikin er, at limirnir í Fuglafjarðar Sjónleikarafelag ongantíð kunnu kenna seg vísan í, at kommunan fer at stuðla, hóast hon seinastu árini altíð hevur játtað til lánið. Tíverri ber raksturin av húsinum hvørki lán, leiðara, umvæling ella nýggja útgerð. Á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður nú boðað frá einum kunningarfundi, sum verður um viðurskiftini við Mentanarhúsinum. Fundurin er fráboðaður at verða mikukvøldið 9. mars, sum er komandi mikukvøld.
- Flest øllum kunnugt hevur tað í fleiri ár verið trupult at fáa lønsemi í raksturin hjá Mentanarhúsinum. Nevndin hevur drigist við nógva gamla skuld, umframt tungan rakstur í gerandisdegnum. Á hvørjum ári skal umsókn latast kommununi um at stuðla Mentanarhúsinum við at gjalda rentur og avdrøg av láninum. Summi ár hevur eisini verið søkt um stuðul til leiðara ella útgerð.
Á heimasíðuni verður víst á trupulleikarnar við, at limirnir í Fuglafjarðar Sjónleikarafelag ongantíð kunnu kenna seg vísan í, at kommunan fer at stuðla, hóast hon seinastu árini altíð hevur játtað til lánið.
- Tíverri ber raksturin av húsinum hvørki lán, leiðara, umvæling ella nýggja útgerð. Hesin trupulleiki hevur verið viðgjørdur á kjakfundum og aðalfundum, og nevndin hevur fingið áheitan frá limum um at royna at fáa kommununa at yvirtaka lánið og húsið.
Lagt verður aftrat, at hetta hevur verið ein long tilgongd, og enn er ikki alt endaliga komið í rættlag. Tó er nú so nógv klárt, at vit kunnu bjóða limunum til ein kunningarfund um málið, har nevndin fer at kunna um, hvørjar ætlanirnar eru, verður sagt á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Okkurt kundi bent á, at tilgongdin at fáa Fuglafjarðar kommunu at yvirtaka Mentanarhúsið hevur verið eitt sindur long, sum sagt verður á heimasíðuni.
Hin 25. november í fjør bar Portalurin tey tíðindi, at Fuglafjarðar kommuna á fundi sama kvøld hevði samtykt at keypa Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri restskuldina.
- Skuldin hjá Mentanarhúsinum er umleið fimm miljónir krónur, og fyri hesa upphædd fer býráðið at keypa Mentanarhúsið, skrivaði Portalurin.
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur annars boðað til aðalfundar hósdagin 17. mars klokkan 20.