15. september skipar Vinnuhúsið fyri kunningarfundi um Horizon 2020.
Fundurin er ein partur av eini roynd hjá ES kommissiónini at stimbra luttøkuna í londum, ið hava atlimaskap, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.
Horizon er ein skipan undir ES, ið ein kann søkja um pening til verkætlanir, so sum gransking av ymsum slag.
Føroyar hava havt atlimaskap í verkætlanini síðan 2014, men enn eru Føroyar at rokna sum eftirbátar hvat viðvíkur peningi, ið verður latin til verkætlanir.
Fundurin verður á Hotel Hafnia 15. september og er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg.
Sí meir á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum fyri skrá og tilmelding.









