Epileptikarafelag Føroya og Parkinsonfelagið bjóða, í samstarvi við neorologinum Bjarka á Rógvi-Hansen og UBC Nordic a/s, til kunnandi fund um eldri við epilepsi og parkinson.
Bjarki á Rógvi-Hansen fer at halda fyrilestur um, hvat epilepsi er ? og hvussu verður sjúkan viðgjørd? Hvørjum viðurskiftum eigi eg, sum eldri við epilepsi, at verða serliga varugur við.
Bjarki á Rógvi-Hansen feri eisini at tosa um viðgerð av parkinsonsjúkuni ? í dag og í framtíðini. Høvi verður eisini at seta spurningar.
Tiltakið er ókeypis, men freistin at melda til endar í dag. Til ber at melda seg til hjá Randfríð Sørensen, Epileptikarafelagið telefon 263078 og Hildibjørg Weihe, Parkinsonfelagið telefon 313887. Tær heilsa, at øll eru hjartaliga væl komin.
Fundurin verður á Hotel Hafnia hóskvøldið 9. oktober frá kl 19:00 til 21:30