Kunnandi fundur um WTO og handilsviðurskifti

Mánadagin 20. oktobur verður kunnandi fundur um Heimshandilsfelagsskapin, World Trade Organization, og altjóðarættarligu bindingar og handilsviðurskifti Føroya Løgfrøðiligur ráðgevi í rættardeildini hjá WTO kemur í hesum sambandi at halda fyrilestur, har hann fer at viðgera ymisk føroysk handilsviðurskifti í sambandi við galdandi WTO bindingar.

Somuleiðis verður greitt frá tilgongdini við fleirliðaða WTO sáttmálanum um fiskivinnustuðul, eins og nomið verður við tær løgfrøðiligu forðingarnar, eins og møguleikarnar, ið skulu greiðast, til tess at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur í WTO.

Síðani fer fyrrverandi danski sendimaðurin til WTO at greiða frá viðurskiftunum millum Danmark og ES í sambandi við bindingar teirra til WTO, eins og nomið verður við støðu Føroya í hesum høpi.

Tað verður Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkisámálum, sum setur ráðstevnuna.