Týsdagin 22. november klokkan 15 bjóðar Landsbókasavnið útgevarum, prentsmiðjum, rithøvundum, forløgum og øðrum áhugaðum til kunnandi fund um lógarásettu avhendingarskylduna av bókum og øðrum útgávum.
Í bókasavnslógini er ásett, at av øllum verkum, útgivnum í Føroyum, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið. Hetta er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur. Í førum, tá ið tað snýr seg um eitt nú talgilt tilfar, kann Landsbókasavnið gera frávik í ásetingunum um talið av útgávum, ið skulu avhendast. ?Hetta merkir, at avhendingarskyldan fevnir um eitt nú alt prentað tilfar, ljóðupptøkur so sum fløgur, bond og plátur, sjónbond og video og talgilt tilfar.
Endamálið við avhendingarskylduni er at tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur.? Og avhendingin skal eisini tryggja, at okkara tjóðbókaskrá verður so fullfiggjað sum gjørligt.
- Á kunnandi fundinum fara starvsfólk á Landsbókasavninum at greiða nærri frá um avhendingarskylduna, og hvussu arbeiðið at halda skylduna kann leggjast best tilrættis.? Sum kunnugt er útgávuvirksemið nógv broytt hesi seinastu árini, og ætlanin er tí eisini at tosa um tær broytingar í útgávuvirkseminum, sum hava við sær stórar avbjóðingar í arbeiðnum at savna inn skylduavhendingina.
Tað sigur Landsbókasavnið, sum vónar, at so nógv fólk sum til ber av teimum, sum starvsast í útgávuvinnuni, koma á fundin.










