Í sambandi við næstu umsóknarfreist til Nordplus, ið er 1. mars 2012, skipar Altjóða Skrivstovan fyri kunningarfundum á hesum støðum um Nordplus Junior og Nordplus Vaksin:
10.01.12 Nordplus Vaksin: Norðurlandahúsið, kl.14-16
12.01.12 Nordplus Junior: Fuglafjarðar Skúli, kl.14.30-16
16.01.12 Nordplus Junior: Eysturskúlin, kl. 14-15.30
Nordplus er ein útbúgvingarskipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ið veitir góðan fíggjarligan stuðul til mobilitet, verkætlanir og netverk og vendir sær til allar stovnar, felagsskapir, fyritøkur, lærarar, granskarar og onnur áhugað, sum arbeiða við útbúgving og lívslangari læring, sigur Altjóða Skrivstovan. .
Nordplus Vaksin skipanin vendir sær til øll, sum hava við læring hjá vaksnum at gera. Málbólkurin fevnir tí eisini um fakfólk, ið t.d. granska í námsfrøði, sernámsfrøði, grundleggjandi lesi- og skriviførleikum og frálærufrøði við atliti at vaksnum fólki.
Nordplus Junior skipanin vendir sær til forskúlar, fólkaskúlar, framhaldsskúlar og miðnámsskúlar.
Endamálið við Nordplus er m.a.:
at styrkja og menna samstarv millum skúlar, lærarar og lesandi á øllum útbúgvingarstigum
at menna dygd og nýskapan í útbúgvingarskipanunum við atliti at lívslangari læring
við skipaðum umbýti av royndum og góðari praksis at stuðla, menna, gagnnýta og kunna um nýskapandi lærumøguleikar og arbeiðshættir í sambandi við útbúgving
skapa áhuga fyri, vitan um og fatan av norðurlendsku málunum
virka fyri norðurlendskari og baltiskari mál- og mentanarfatan
Skrá:
Kunning um Nordplus rammuskránna og ávíkavist Nordplus Junior og Vaksin
Framløgur um ymsar Nordplus-verkætlanir, ið fevna um dømi um góða praksis, úrtøku og royndir hjá føroyskum luttakarum
Vegleiðing, ið m.a. fevnir um hesir spurningar: Hvat slag av samstarvsvirksemi kann stuðul søkjast til? Hvørjar upphæddir er talan um? Hvussu finni eg samstarvsfelagar í hinum luttakaralondunum? Hvat er ein góð umsókn? Hvussu geri eg brúk av online-umsóknarskipanini hjá Nordplus?
Les meira um ymsu skipanirnar á www.nordplusonline.org