Kunna um útbúgvingarnar á Setrinum

Komandi mikukvøld verður stórt alment kunningartiltak um útbúgvingarnar á Setrinum. Tiltakið verður hildið hjá Østrøm á Skálatrøð 17 í Havn. Her fara lesandi fyri allar útbúgvingarnar at siga frá. Eisini verða básar, har høvi verður at hitta granskarar og undirvísarar og frætta nærri um útbúgvingar og lestrarumstøður, sigur Fróðskaparsetur Føroya.

 

Studni og MFS luttaka eisini á tiltakinum og fara eisini at hava sínar básar. Í steðginum fara Lív Næs og Tróndur Enni at spæla og syngja.

 

Skráin verður hendan:

19.00 Vælkomin og kunning um básarnar (Setrið, Studni, MFS)

19.10 Sigurð í Jákupsstovu, rektari bjóðar vælkomin

19.20 Føroyskt hevur orðið

19.35 Sjúkrarøktarfrøði hevur orðið

19.50 Samfelagsvísindi hevur orðið

20.05 Søga hevur orðið

20.20 Steðgur. Lív Næs og Tróndur Enni syngja og spæla.

20.40 Læraraútbúgvingin hevur orðið

20.55 Námsfrøði hevur orðið

21.10 Lívfrøði hevur orðið

21.25 KT-verkfrøði hevur orðið

21.40 Náttúruvísindi, hav og jarðfrøði, hevur orðið

22.00 Liðugt