Kunna um matrikularbeiði

Umhvørvisstovan skipar í hesum døgum fyri kunningarátaki fyri kommunalu fyrisitingunum um matrikularbeiði. Umhvørvisstovan sigur, at rRættiliga fitt av samskifti er við aðrar myndugleikar, tá broytingar verða gjørdar í matriklinum - skrásetingingini av føstum eigindómi. Kommunurnar leiklutur er sentralur, og tí fer Umhvørvisstovan sum matrikulmyndugleiki nú at tosa við kommunurnar um matrikularbeiðið og broyttu lóggávuna á økinum.

Matrikullógin er nýliga dagførd, og hon varð broytt á avgerandi økjum. Millum annað eru konsekvens-broytingar gjørdar í mun til lóg um landsjørð, so til ber at býta frá rakstrarbygningar á festijørð, og liberaliseringar eru gjørdar viðvíkjandi uppbýti av privatari jørð. Greitt verður frá broytta lógargrundarlagnum.

Broytingar í matriklinum eru tengdar tætt at kommunalari økisskipan eftir býarskipanar¬lógini. Nomið verður við broytingarnar, sum gjørdar eru í býarskipanarlógini.

Matrikuleru broytingarnar verða lýstar, og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast í hvørjum einstøkum føri. Dentur verður lagdur á fyrireikingina av málunum, og hvussu kommunala viðgerðin kann hjálpa til eina so smidliga og skjóta málsviðgerð, sum gjørligt, sigur Umhvørvisstovan.

Fundarátakið verður í viku 45.