Kunnaðu seg um kommunusamanlegging í Íslandi

Umboð fyri Sunda Kommunu vitjaðu mikudagin og hósdagin Hornafjarðar Kommunu í Íslandi at kunna seg um gongdina, síðani kommunusamanleggingin har byrjaði fyri 10 árum síðani Eins og í Sunda Kommunu vóru tað seks kommunur, ið løgdu saman í Hornafjarðar Kommunu, tó í tveimum umførum. Í økinum búgva tilsamans 2300 fólk, harav tey 1700 í Høfn.

Hósdagin vitjaðu gestirnir dagstovnar, skúlar og heilsutænastur, og hornfirðingar lata væl at gongdini. Teir hava samskipað skúlarnar í kommununi, so teir nú virka á einum felags støði. Ein sonevndur vitanardepil er bygdur, har bókasavn, miðnámsskúli, hægri útbúgvingar og íverksetaramiðstøð halda til.

Kommunan hevur gjørt avtalu við landsmyndugleikarnar um at reka heilsutænasturnar ? eldrarøkt, dagtilhald, læknar, heilsufrøðingar, jarðamóðir og eina bráðmóttøku.

Vinnulívið í kommununi er í stóran mun grundað á fiskivinnuna, men roynt verður at fáa nýggjar vinnur at taka við, eitt nú ferðavinnuna.

Ætlanin er, at umboð fyri Hornafjarðar Kommuna skulu koma til Føroya næsta summar at vitja Sunda kommunu , skrivar Sunda Kommuna á heimasíðu síni.