Nú verða íslendingar kunnaðir um ymsar stuðulsskipanir hjá ES. Á einari ráðstevnu í hesari vikuni fara fólk frá ES-nevndini at greiða áhugaðum íslendingum frá ymsum stuðulsskipanum so sum stuðuli til bygdamenning, fiskivinnu og landbúnað.
Tey skulu eisini greiða frá, hvørjar møguleikar lond, sum hava søkt um limaskap í ES, hava at søkja um og at fáa stuðul.
Á ráðstevnuni fara fólk úr Malta, Danmark, Finnlandi og Estlandi at greiða frá, hvønn týdning ES-stuðul hevur havt har.