Journalistarnir vóru á skeiði á Nordisk Journalistcenter í Århus, og partur av sjey viku langa skeiðnum var kunning um øll viðurskifti í teimum ymsu norðurlondunum.
Ein dagur var settur av til at fáa kunning um Føroyar, og tað var Sjúrður Skaale sum fekk uppgávuna at gera journalistarnar klókari upp á føroyska samfelagið.
Sjúrður Skaale greiddi frá um politisku skipanina, hvussu hon er upppbygd og virkar, og hann segði eisini frá aktuella støðuni í føroyskum politikki.