Kundu steðga við fútabanni

Jógvan Páll Lassen, advokatur, segði í Eygsjón hjá Kringvarpi Føroya fríggjadagin, at navngivnu persónarnir kundu steðga bókaútgávuni hjá Silviu Henriksdóttir við fútaforboði.

- Tað eru grovar og ærumeiðandi skuldsetingar móti navngivnum persónum. Tað er ein lang tilgongd við rættarmáli og øðrum, um ein bók skal steðgast við fútabanni, sigur Jógvan Páll Lassen.
Silvia Henriksdóttir ger greitt, at hon hugsaði um avleiðingarnar, tá hon skrivaði bókina. Hon hugsaði eisini um avleiðingarnar við at lata vera.
- Eg ræðist ikki eitt rættarmál. Øll hava rætt til at siga sína søgu. Hví kann eg ikki siga mína søgu, tí eg havi verið út fyri nøkrum ræðuligum?, spyr Silvia Henriksdóttir.