Framsókn skeyt upp – umframt at lækka tinglønirnar fimm prosent, sum greitt er frá á hinari síðuni – eisini at lækka koyripengarnar hjá landsstyrisfólki. Tað er soleiðis, at landsstýrisfólk fáa upp í 13.000 krónur skattafrítt um mánaðin fyri at koyra til Havnar til arbeiðis. Hendan skipanin hevur verið galdandi leingi, og hóast løgtingið so seint sum í heyst hevur lækkað stuðulin, sum vanlig fólk fáa til at ferðast millum bygdir til arbeiðis, so hava tey ikki broytt treytirnar hjá sær sjálvum.
Soleiðis fær ein landsstýrismaður, sum býr í Klaksvík, 710 krónur um dagin at ferðast til Havnar fyri, meðan hini, sum búgva í Klaksvík og eisini koyra til Havnar, bara fáa 49 krónur.
Í hesum máli stóð stríðið tó millum andstøðu og samgongu. Meðan andstøðan tók undir við uppskotnum hjá Framsókn um at lækka koyripengarnar, so var samgongan ímóti.
Uppskotið hjá Framsókn var soljóðandi:
– Skattafría endurgjaldið, sum landsstýrisfólk fáa fyri at koyra millum bústað og arbeiðspláss, hevur eina høpisleysa upphædd í mun til hana, sum aðrir borgarar fáa. Framsókn mælir til, at hendan upphædd verður lækkað 25 prosent beinanvegin. Mælt verður harafturat til, at øll skipanin verður endurskoðað undan fíggjarlógini fyri 2013, so landsstýrisfólk tá fáa sama endurgjald sum aðrir borgarar.
Men hetta uppskotið fall eisini við einum braki, hóast bæði løgmaður og eitt nú Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hava sagt, at skipanin eigur at verða broytt.
Um løgtingsfólkini, sum í desember vórðu sinnað at lækka sínar egnu lønir, tóku í egnan barm, so kundu tey við hesum lítla inntrivi spart skattgjaldarunum yvir eina millón krónur um árið.