Kundu ikki semjast um fíggjarætlanina

Hóast samráðingar í tveir dagar eydnaðist tað ikki ríkis- og stjórnarleiðarunum í teimum 27 ES-londunum at semjast um eina fíggjarætlan fyri ES fyri árini frá 2014 til 2020. Seinnapartin kunngjørdi forsetin, Herman Van Rompuy, at samráðingarnar vóru steðgaðar uttan úrslit.

Tann stóri stríðsspurningurin hevur verið, hvussu stór fíggjarætlanin skal vera, og tað er serliga Bretland, sum hevur ligið í buktini, tí landið vil undir ongum umstøðum góðtaka, at ES skal hava eina størri nýtslu, meðan øll onnur noyðast at spara.

Danmark hevur heldur ikki verið tað mest samstarvssinnaða landið á fundinum. Danska stjórnin krevur, at Danmark skal fáa eina milliard krónur í avslátti av sínum árliga gjaldi til samveldið, men hesum fekk Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, ikki undirtøku fyri í Bruxelles.