Kundu havt fleiri maskinsmiðir

- Tað stendur á at fáa nóg mikið av arbeiðsmegi, og vit kundu saktans havt nakrar maskinsmiðir aftrat, sigur stjórin í Univice í Runavík, Jóhan Henrik Olsen.

- Tað stendur á at fáa nóg mikið av arbeiðsmegi, og vit kundu saktans havt nakrar maskinsmiðir aftrat. Um so var, kundu vit oftari sagt ja til ymisk arbeiði, sum vit verða spurdir um og ofta noyðast at siga nei til.

 

Tað sigur stjórin í Univice í Runavík, Jóhan Henrik Olsen.

 

Tey fyrstu árini leigaði felagið seg inn í hølini, sum AWI Boats átti í Runavík, og her varð høvuðsdentur lagdur á arbeiði við rustfríum til eitt nú virkir og skip. Virksemi hjá Univice vaks skjótt, og longu eftir einum ári varð verkstaður og goymsla fult etablerað á sínum øki.

 

Í dag starvast eini 20 fólk hjá Univice, og høvðusvirksemið er framvegis innan framleiðsluútbúnað úr rustfríum stáli. Fyritøkan veitir eisini ráðgeving í samband við tekningar og projekteringar hjá viðskiftafeløgum til framleiðslulinjur og arbeiðsgongdir á virkjum og á skipsdekkum.

 

Í Føroyum eru nógvir AWI-bátar. Nógvir eru av støddini 23, 27 og 28 fót, og eisini eru fleiri av teimum størru AWI-útróðrarbátunum. Men, útróðurin í Føroyum hevur ikki roynst nakað serligur í fleiri ár, tó at tað eru teir, sum hava fingið tað at borið til øll árini.

 

Univice og AWI Boats hava ongan sáttmála havt í Føroyum, síðan felagið Univice yvirtók AWI Boats. Hinvegin hava teir havt onkra leinging og onkra umbygging, og teir hava havt nógvar umvælingar av glastrevjabátum, sum eisini er sterka síðan, nú fyritøkan fæst so nógv við glastrevju.

 

Jóhan Henrik Olsen vísir á, at bedingin, sum var á AWI Boats, er ikki longur, men Univice hevur ein stóran stakkara, sum er ein stórur truckur. Við stakkaranum kunnu teir taka stórar útróðrarbátar upp. Ein AWI-bátur, sum er 39 føtur, vigar eini 14 tons, og tað er eingin trupulleiki við stakkaranum.


Eitt av teimum stóru arbeiðunum hjá Univice seinastu tíðina hevur verið á Bakkafrost á Glyvrum, har nýggja og risastóra virki er bygt. Her hevur fyritøkan gjørt ein hóp av ymiskum instaleringum, rustfríum hurðakørmum, pavnum, sliskum, rørum, rampum og mongum øðrum fyrifallandi.

 

- Vit hava eisini arbeitt nógv fyri kommunur her í økinum, bæði Runavíkar kommunu og Nes kommunu, og her hava vit gjørt bryggjukantar, gelendarar ella gyrðingar, portur og ymiskt annað, sum tørvur hevur verið á, sigur hann.

 

Jóhan Henrik Olsen sigur, at tað hevur staðið á at fingið nóg mikið av arbeiðsmegi, og hann viðgongur, at hann saktans kundi havt nakrar maskinsmiðir aftrat í starvi.