– Passar tað, at tað gongur upp á skift hjá starvsfólkum í Uttanríkisráðnum at gerast sendiharrar í útlondum?
Kári P. Højgaard vil fegin hava at vita, hvat krevst fyri at gerast sendiharri á føroysku sendistovunum. Tí hevur hann sett Poul Michelsen, uttanríkisráðharra, ein grein 52 spurning, har hann vil hava hann at greiða frá, hvørji førleikakrøv verða sett sendiharrum á føroysku sendistovunum.
Kári P. Højgaard vil eisini hava at vita, um størvini sum sendimaður verða lýst leys ella um talan bert er um flytingar millum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum.
– Kemur tilmæli frá eini setanarnevnd, ella er tað landsstýrismaðurin, sum einsamallur setir sendiharrarnar? Og eru størvini áramálssett, og hvussu verða tey lønt, spyr løgtingsmaðurin.
Kári P. Højgaard vísir á, at landsstýrismaðurin í tíðindunum hevur váttað, at einaferð í summar verða nýggir sendiharrar settir í Moskva og í Brüssel.
– Samstundis verða nøvnini kunngjørd á teimum, sum tá skulu manna hesi týdningarmiklu størv, sigur hann.
Víðari vísir løgtingsmaðurin á, at ivaleyst er eitt krav at tey, ið sett verða, hava eina góða viðkomandi akademiska útbúgving, fyri at kunna røkja starvið.
– Íslendingar hava tó partvís havt ta siðvenju á sínum sendistovum at brúka eldri politikarar sum sendiharrar, ið hava drúgvar altjóða royndir og kenna politisku skipaninar.
– Vanligt er, at týðandi vællønt størv innan tað almenna verða lýst leys. Tí er tað sera viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu hesi størv verða sett, saman við førleikakrøvum, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki sæð hesar starvslýsingar í føroysku miðlunum og tí spyr landsstýrismannin um málið.