Tað var um hár gjørt, at eingin lá eftir á.
Soleiðis sigur eitt eygnavitni, sum Sosialurin hitti, beint eftir at ein vørubilur um middagsleitið í dag fór á rull oman gjøgnum Avhaldsbrekkuna í Havn.
Bilurin, ein vørubilur frá H. H. Trans, stóð og tók rusk frá Hotel Hafnia. Bremsurnar hava uttan iva ikki verið í lagi, tí bilførarin hevði lagt ein múrstein undir hvørt av forhjólunum.
Men múrsteinarnir megnaðu ikki at halda bilinum, sum fór á rull.
Bilurin rullaðin oman gjøgnum Avhaldsbrekkuna, yvir um gonguteigin millum Apotekið og Gamla Bókhandil, tvørtur um Áarvegin, gongubreytina og inn á Tinghúsvøllin, har hann steðgar tveir metrar framman fyri Rasmus Effersøe.
Eg var jústin komin niðan brekkuna og inn á Gamla Apotekið, greiðir eygnavitnið frá.
Meðan eg heingi jakkan frá mær, hoyri eg ræðuligan gang, tí bilurin ekur fram við vegginum á Gamla Apotekið, sigur vitnið.
Tá eygnavitnið hyggur út, sær hann standin - og tað rennir honum kalt eftir rygginum, tá hann hugsar um, at beint framman fyri hann gekk ein heilur skúlaflokkur tvørtur um gonguteigin og hann torir ikki at hugsa tankan, hvat hevði hent, um tey vóru bara nøkur sekund seinni á ferð.
Av løgreglustøðini í Havn vilja teir ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Bilurin verður kannaður hjá Akstovuni, og fyrr enn hetta er gjørt, fáa vit ikki gjørt nakrar viðmerkingar, sigur vakthavandi.