Kundi verið nógv bíligari at leiga íbúð

Hjá nógvum samfelagsbólkum verður tað ov dýrt at leiga íbúðirnar, Bústaðir fer at byggja kring landið

 

- Hetta var ikki tað, eg ætlaði og mær dámar ikki gongdina!

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, ásannar, at ætlanin hjá Bústøðum at byggja hundraðtals leiguíbúðir kring landið er eitt stórt framstig.

 

Men hann viðgongur samstundis, at hann er ikki nøgdur við úrslitið.

 

Tað eru nógvir samfelagsbólkar, sum ikki hava ráð rinda yvir 5000 krónur um mánaðin í leigu, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hetta eru samstundis teir samfelagsbólkar, sum hava størstan tørvin á at fáa eina bíliga íbúð.

 

Sjálvur hevur hann havt ein leiklut í málinum, tí hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum tá ið stórur partur av hesum varð fyrireikaður og lógin, sum byggingin hjá Bústøðum byggir á, varð løgd fyri Løgtingið

 

Men hann varð krøktur av ætlanin, tí nýval varð útskrivað og so vóru hansara dagar sum landsstýrismaður, taldir í tí umfarinum.

 

Men hann sigur, at tað, sum er farið fram síðani, er ikki tað, hann hevði hugsað sær.

 

Hann sigur, at eftir leistinum, hann hevði lagt, kundi Bústaðir leiga íbúðir fyri einar 3000 krónur um mánaðin.

 

- Tað ber væl til at hava leiguna so bíliga, staðfestur hann, tí Bústaðir hava nógvan  eginpening.

 

Hann sigur, at ístaðin fyri at Bústaðir skulu hava íløguna aftur eftir 20 árum, skuldi Bústaðir bara tikið sær eitt avkast á trý ella fýra prosent.

 

- So hevði leigan ligið niðri á 3000 - 4000 krónur um mánaðin.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at hansara ætlan var eisini, at nakrar íbúðir skuldi markast til ávísar samfelagsbólkar, pensjónistar, fólk, sum bera brek, stakir uppihaldarar o.s.fr.

 

- Tað er ikki gjørt nú og tí kann endin vera, at tey, sum fara at ogna sær íbúðir frá Bústøðum, verða tey, sum eru væl fyri og ikki tey, sum hava størstan tørvin á at fáa íbúð, sigur Aksel V. Johannesen, sum her er á Fólkafundi í Klaksvík við tveimum bláum strikum frá Demokratia oman eftir kjálkanum.