– Kundi verið øðrvísi

Jóhan Dávur Højgaard mannaði einsamalla álopssessin hjá GÍ í gjár, og hann metir, at dysturin hevði kunnað sæð øðrvísi út, um teir skoraðu í fyrra hálvleiki.

– Dysturin hevði neyvan verið tann sami, um vit bara skoraðu upp á onkran av okkara møguleikum. Tað gjørdu vit bara ikki, og so er tað sum um, at luftin fer úr okkum, tá B36 skorar fyrsta málið, sigur Jóhan Dávur Højgaard.

Hann er fullgreiður um, at gongdin hjá GÍ seinastu dystirnar, ikki er til at rópa hurrá fyri og sigur tí, at har er bara eitt at gera, um úrslitini skulu broytast.

– Vit mugu bara taka í reyvina á okkum sjálvum nú. Har er einki annað at gera, sigur hann avgjørdur.