Kundi verið handfarin øðrvísi

Stjórin á Tolli- og Skatti er ikki ósamdur við formannin í Starvsmannafelagnum um at ósemjan ikki var rætt handfarin frá byrjan

Tað er lítið vit hava hoyrt til Óla Heinesen í sambandi við ósemjuna á Innkrevjingardeildini hjá Tolli- og Skatti.

Hóast hann hevur ábyrgdina fyri stovninum, so hevur hann ikki sagt stórvegis.

Í seinastu viku segði Gunnleivur Dalsgarð, at hann helt ikki, at ósemjan á deildini var taklað rætt, tí í veruleikanum var tann grundleggjandi ósemjan ongantíð loyst.

Nú nakað er fráliðið, spyrja vit Óla Heinesen sama spurning.

Er trupulleikin kanska tann, at tann upprunaliga semjan ongantíð er loyst, men at ov stórur dentur er lagdur á tann fakliga partin?

? Tað er ikki óhugsandi. Málið gjørdist so persónligt frá byrjan og tað gjørdi ikki støðuna betri, at Starvsmannafelagið kom við eini ákoyring upp á 23 síður móti deildarleiðaranum. Eftir tað var tað so sera torført, at fáa loyst tann veruliga trupulleikan, sigur Óli Heinesen.

Hann sigur, at hann framhaldandi arbeiðir fyri eini loysn, men tað gerst alsamt torførari, sum tíðin líður.

?Eitt skal mann so hava í huganum afturat og tað er, at tað er trupult at gera eina semju um persónligar spurningar um ikki persónarnir eru við í semjuni, og tað hevur semjan ikki fyrilit við. Hann leggur tó eina við, at Toll- og Skatt hevur lagt doyðin á, at arbeiða eftir semjuni, hóast Starvsmannafelagið roynir at siga nakað annað. Um tað eydnast má tíðin vísa