Tað harmar stjoran í Ferðaráð Føroya, Guðrið Højgaard, at eingin loysn fekst á royndunum hjá Jóhan og Rakul Dalsgaard at verða verandi við Fámara.
- Í hesum fráflytingartíðum er tað spell, at vit ikki kundu finna eina win-win loysn, sigur Guðrið Højgaard.
Hon ger greitt, at hon bert uttalar seg út frá ferðavinnu sjónarmiði, og tann politiska og juridiska partin kunnu onnur úttala seg um.
- Tað er harmiligt, at eitt stað, sum kundi verið ein perla innan ferðavinnuna, nú ikki verður til nakað, men fer at liggja øskukalt. Og tað, sum vit ikki mugu gloyma, er, at alt handlar um menniskju, it's all about people, sigur Guðrið Højgaard.
Hon vísir á, at tað eru menniskjuni, ið skapa visiónirnar og møguleikarnar.
- Í hesum føri eru tað nøkur fólk, ið hava eitt ynski um, at Føroyar skulu vera eitt betri stað at vera, ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri onnur, og har er ferðavinnan so ein partur, sigur Guðrið Højgaard.
Hetta er eitt mál, har Ferðaráðið hevur gjørt vart við seg áður.
- Tað havi eg langt síðani gjørt. Men tað eru almennu myndugleikarnir, ið gera slíkt av, og tað skulu teir eisini. Alt skal fara rætt fram, og tað haldi eg eisini, at Rakul og Jóhan hava gjørt. Men eg harmist um støðuna, tí nú flyta tey til Danmarkar og koma at ríka eitt annað øki í staðin fyri, meðan vit fáa útflutt nøkur kreativ høvd aftrat, sigur Guðrið Højgaard.
Skeivi vinkulin
Hon heldur, at vit hava brúk fyri hvørjum einasta menniskja, sum kann gera okkara lív betri.
- Nú skal eg ikki úttala meg um tað tekniska í málinum, tað kunnu onnur, ið hava betri førleika, gera, men eg haldi, at vit eisini mugu taka útgangsstøði í menniskjunum í Føroyum. Vit mugu hyggja eftir skipanunum og síðani finna loysnir harfrá, sigur Guðrið Højgaard.
Hon sigur seg ikki vita, um tað er gjørt í hesum málinum, men heldur, at ein loysn burdi kunna verið funnin.
- Hetta eigur at vera ein vinningur fyri øll, bæði fyri einstaklingarnar, men eisini fyri Suðuroynna og fyri Føroyar sum heild. Hetta er eitt unikt upplivilsi, ein annaðleiðis og stuttlig søga. Jóhan og Rakul bjóða upp á tann skeiva vinkulin, og tað hava vit øll brúk fyri í dag. Tað er fríandi fyri menniskju, at tey hava so sterkar persónligheitir, at tey tora at standa fyri tí, tey gera. Vit liva í dag í einum heimi, har alt er falskt og photoshoppað og alt er mainstream, og tí er tað ein móttrendur í dag, eisini innan fyri ferðavinnuna, at leita eftir meira og meira unikkum upplivilsum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya.










