Kundi mist hondina tá rakett eksploderaði nýggjársaftan

Sólarn Solmunde býr í Syðrugøtu, men hann og familja hansara vóru á Tvøroyri á jólum. Áðrenn tey fara norð at halda nýggjár, fer Sólarn at keypa fýrverk til familjuna at skjóta gamlaárskvøld. Hann hevði skund, og bað um ein barna- ella familjupakka.

 

 

 

Gamlaárskvøld fara Sólarn og konan út saman við báðum børnunum at skjóta fýrverk, áðrenn børnini, sum enn eru smá, skulu í song. Sólarn hevði hoyrt um, at Tróndur Enni var meiðslaður á Tvøroyri av eini grísarakett. Tí var Sólarn serliga varin, og hevði latið seg í trygdarbrillur og oyrnavernd. Tey skutu ymiskt fýrverk, og í eskjuni lógu eisini tvær grísarakettir, av sama slagi sum hon, ið Tróndur Enni hevði meiðsla seg av. Onnur teirra var uttan pinn.

 

–Eg royndi kortini at taka eina uttan pinn, og eg hugsaði at festa í hana og so kasta hana frá mær við tað sama. Eg hevði eina sigarett í hondini, og so skjótt sum eg setti sigarettina ímóti fýsinum, eksploderaði rakettin við brestin, sigur hann.

 

 

 

Bresturin var so ógvusligur at Sólarn, sum vigar á leið 90 kilo, varð siftur upp í luftina og lendi á búkinum.

 

 

– Alt varð ljóst, og síðani varð alt svart. Eg lá har í kavanum og summaði meg. Eg hoyrdi, at konan og børnini róptu á meg, men tað rungaði fyri oyrunum, sum hevði eg verið til eina rokk konsert. Eg føldi, at tað var okkurt við hondini, so eg stakk hana í kavan, har sum eg lá. Eg hevði ilt í hondini, og tá eg hugdi at henni, sá eg, at hon bløddi, og at tað var opið sár millum tummilin og peikifingurin. Eisini var húð brend av aðra staðni á hondini, sigur hann.  

 

Seinni hevði Sólarn nógva pínu í hondini og upp gjøgnum armin frá fallinum. Sólarn, sum arbeiðir í handli, hevur síðani verið til arbeiðis, hóast hann ikki enn klárar at gera tað, sum hann vanliga ger.

 

 

 

Hann stendur eftir við eini blandaðari kenslu av hepni og ørkymlan. Læknin hevur sagt honum, at hann var heppin, at hann ikki misti hondina av spreingingini, men hann er eisini argur inn á manglandi eftirlit av fýrverki, sum verður selt í Føroyum.

 

 

 

– Eg havi fleiri ferðir keypt fýrverk, sum er ov gamalt. Eg haldi heilt víst, at myndugleikarnir áttu at staði fyri sølu av fýrverki ella hert eftirlitið. Tað mugu setast treytir og reglugerðir fyri, hvat fýrverk kermur inn í landið, staðfestir hann.

 

Les alla samrøðuna við Sólarn Solmunde í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðunum nú. Umframt samrøðuna við Sólarn er stórt tema um fýrverk,og farið verður aftur um lóggávu, innflutning og vandan við fýrverki.