Kundi ikki ímynda sær eitt lív uttan fótbólt

(Ljóðsamrøða og videobrot) Hoyr samrøðu við "Ársins Eldsál", Jacob Thomsen (B36) her

Í dag var Jacob Thomsen, sum hevur verið venjari og ungdómsvenjari hjá B36, síðani fyrst í 1970-unum heiðraður, sum "Ársins Eldsál" av teimum føroysku venjarunum.

 

Jacob Thomsen ger ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum, men hann staðfestir, at hann kundi ikki ímynda sær eitt lív uttan fótbólt, og hann fegnast um framstigini, sum eru gjørd í føroyskum fótbólti, síðani hann byrjaði sum venjari fyrst í 1970-unum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Jacob Thomsen.

 

TRÝST á HESA LEINKJUNA, og síggj eina YouTube upptøku av løtuni, tá Jacob Thomsen var heiðraður: https://www.youtube.com/watch?v=fczP3OZX-Mo&feature=youtu.be