Nú veturin er komin, eru 9.flokkar runt í øllum landinum sum vanligt farnir at gera seg til reiðar at fara í starvslæru. Skúlarnir fara ein ella tveir í senn til starvslæru, so pláss sum best verður gjørt fyri, at hvør næmingur fær eitt royndarstarv, ið hóskar til akkurát tey. Júst í hesi løtu eru næmingar úr 9. flokki í Skúlanum á Fløtum í starvslæru runt um í landinum.
Ein av hesum næmingum er 15 ára gamli Annfinnur E. Olsen. Hann er farin í starvslæru hjá AD-Import, sum er verkstaður og søla fyri prutl, atv og onnur smærri akfør.
Vit hava í dag verið og prátaað við Annfinn um, hvussu honum dámar, at vera í starvslæru har.
– Mær dámar tað væl, tað er sera spennandi. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri motorarbeiði og tílíkum. Og tað er enn meira spennandi fyri mær, nú tá ið eg eri sloppin við upp í leikin, sigur hann
Annfinnur er sera glaður fyri at ung í fólkaskúlanum fáa hendan møguleikan. Tí hóast tað eisini er sera umráðandi, at ein fær ta fakligu læruna við, so er tað ikki minst líka týdningarmikið, at ein sleppur at royna seg í veruliga lívinum og fáa íblástur til, hvat ein skal velja, sum yrki í framtíðini.
– Eg havi leingi ætlað mær at blíva mekanikari av onkrum slag, og hendan royndartíðin hevur bara gjørt meg meira ídnan at fáa eina útbúgving innan økið. Sjálvur hevði eg ynskt, at vit í fólkaskúlanum fingu meira tíð í starvslæru, so vit kundi roynt okkum innan fleiri øki og størv, sigur Annfinnur E. Olsen.
Allir hinir næmingarnir í flokkinum hjá Annfinni E. Olsen eru eisini í starvslæru nú. Tey hava nógv spennandi og fjølbroytt størv innan millum annað: Fiskivinnu, ferðavinnu, landbúnað, kosmetologi, fjølmiðlar og mangt mangt annað.










