Kundi hugsað sær á vøllin

Tað eru nú tvey ár síðani, at John Petersen gavst sum spælari á føroyska fótbóltslandsliðnum. Tí er hann kanska vanur við at standa uttanfyri, men hann viðgekk leygardagin, at hann væl kundi hugsað sær at fari á vøllin.

- Bæði og. Tað kitlar í beinunum, tá vit koma upp á 1-2 og enntá hava møguleika at javna. Tað er næstan so, at tú hevur hug at fáa tann møguleikan sjálvur. Men nú havi eg kortini sitið á beinkinum nakrar dystir, so eg eri spakuliga við at venja meg til tann leiklutin.

- Tí spenningurin varð stórur seinastu løtuna. Undan okkar amálið var tað kanska við at gerast nakað kalt kring vøllin, men tá Rógvi stútar handan bóltin inn, kemur hitin av álvara aftur.

Og hóast talan gjørdist um tepurt tap, so kanst tú væl illa vera annað enn væl nøgdur um dystin?

- Tað er ein risa-innsatsur, sum spælararnir levera í dag. Og ikki minst, so tora teir at spæla. Vit síggja frekar detaljur, har spælararnir veruliga tora nakað, og koma væl fram á vøllin. So alt í alt var hatta ein ótrúligur dystur.