Kundi givið fiskivinnuni eitt ordiligt spark uppeftir

? Eg taki fult undir við tankanum um at seta Smyril í sigling ímillum Føroyar og Scrabster, tí tað kundi skapt ein hart tiltrongdan dynamikk í føroyska fiskivinnu, sigur Marner Lisberg í Delta-samtakinum

Fiskaflutningur

? Eg taki fult undir við hugskotinum.
Marner Lisberg á Delta-samtakinum tekur av fullum huga undir við hugskotinum um at seta Smyril í fasta sigling ímillum Føroyar og Scrabster.
Tá ið nýggi Smyril kemur næsta ár, er ætlanin so skjótt sum møguligt at selja Smyril, vit nú hava.
Væntandi fáa vit seks milliónir fyri hann, men summi siga, at tað verður minni enn tað.
Undir øllum umstøðum er talan um smápengar.
Samstundis hevur fiskivinnan áhaldandi og staðiliga víst á tørvin á at fáa betri flutningssamband ímillum Føroyar og umheimin, so at vit fáa størri møguleikar at fóðra marknaðin niðri í Evropa við spillfeskum fiskavørum.
Tí er hugskotið fostrað seinastu tíðina um at seta Smyril, vit nú hava, í fasta rutusigling ímillum Føroyar og Scrabster, heldur enn at selja hann fyri nakrar piparnøtur, tá ið nýggi Smyril er komin.

Eitt frálíkt hugskot
Hetta er eitt hugskot, sum Marner Lisberg, nevndarformaðurin í Delta samtakinum, tekur fult undir við.
? Hetta er eitt frálíkt hugskot, sigur hann.
Tað verður ofta sagt, at vit eru við at tapa fyri íslendingum í kappingini um at selja feskar fiskaúrdráttir í Evropa.
? Men íslendingar hava tann vansa, at teir eru so fjarskotnir, at skulu teir hava feskar fiskavørur á marknaðin í Evropa, skal hann næstan flúgvast.
? Í so máta liggja vit nógv betri fyri, tí vit eru so stutt frá Skotlandi, at vit kunnu sigla. Sostatt hava vit í hasum føri ein stóran kappingarfyrimun framum íslendingar, tí tað er nógv bíligari at føra fisk við skipi, enn tað er at føra hann við flúgvara, sigur Marner Lisberg.
Kortini leggur hann afturat, at íslendingar eru eisini farnir at menna sjóvegis fiskaflutningin úr Íslandi til Evropa. Eitt nú hava teir ment serligar fiskabingjur, sum halda kuldanum væl, uttan at fiskurin frystir.
Men júst tað skuldi bara verið ein orsøk afturat hjá føroyingum at gjørt skjótt av.

Flutningurin avmarkar møguleikarnar
? Stóri trupulleikin hjá okkum í Føroyum er tann, at vit hava ikki nóg góðar møguleikar at fáa fiskin fluttan av landinum.
Taka vit Suðuroy sum dømi kann nevnast, at skulu fiskavirki í Suðuroy hava feskan fisk av landinum mánadag, skulu teir hava minst 10 tons, annars kemur Skipafelagið ikki eftir tí mánakvøld.
? Tað ber ikki altíð til at vita frammanundan, um vit hava 10 tons. Og hava vit ikki tað, má fiskurin flytast til Havnar við Smyrli klokkan 15.30 mánadagin. Og sostatt mugu virkini gevast at arbeiða longu á miðdegi.
Marner Lisberg sigur, at tað gevur fiskivinnuni sera truplar umstøður at virka undir.
? Høvdu vit ístaðin fingið eitt fast samband við Smyrli ímillum Føroyar og Scrabster tvær ferðir um vikuna, kundi tað givið fiskivinnuni í Føroyum eitt rættiligt spark uppeftir.
? Fæst vissa fyri einum regluligum flutningssambandi tvær ferðir um vikuna, hevði tað givið fiskavirkjunum heilt aðrar møguleikar fyri at keypt fisk og at gjørt avtalur við keyparar.

Privata riggar ikki
Samstundis heldur Marner Lisberg, at vit mugu koma burturfrá óttanum fyri at koma inn á økið hjá privatu flutningsfeløgunum.
? Tey hava havt møguleikan og tey hava fingið fullkomnan frið nú í nógv ár til at menna flutningin. Men úrslitið er, at vit mugu staðfesta tað bara hevur gingið afturá síðani Teistin varð seldur og almenna sambandi ímillum Føroyar og Skotlands varð niðurlagt.
? Avleiðingin er, at føroyingar eru at kalla úti av feskfiskamarknaðinum og íslendingar hava mestsum yvirtikið hann.
? Hevði tað borið til at fingið lønsemi í eitt slíkt fast, flutningssamband?
? Tað ivist eg ikki í. Men so skulu vit eisini vera til reiðar at geva tí ein veruligan kans. Men tað er eisini greitt, at talan má ikki vera um eitt dýrt skip.
Hinvegin heldur Marner Lisberg, at skulu vit byggja eina slíka farleið upp, mugu vit eisini vera til reiðar at missa pening í eini tillagingartíð.
? Men júst í hesum sambandi hevði tað verið eitt gott hugskot at bygt eitt slíkt flutningssambandi upp við Smyrli, sum er brúktur til endamálið fyrr og sum vit vita, kann brúkast.
? Tá ið flutningurin so er komin í eina fasta legu, kundu vit hugsa um onnur skip, um kanska er enn betri hóskandi og kanska bíligari í rakstri og samstundis kunnu vit so eisini umhugsa av nýggjum, hvør skal standa fyri flutninginum.
? Tað er ongin ivi um, at skulu vit hava fisk á land í Føroyum, mugu vit eisini hava góðar møguleikar at fáa hann fluttan av landinum aftur.
? Og eru vit fyrst komin til Scrabster, eru møguleikarnir fálíkir at fáa fiskin fluttan longur niður til alt Evropa. Tað hava vit roynt við góðum úrsliti í fleiri ár.
? Tað er ongin ivi um, at hetta er eitt flutningssamband, sum stórur tørvur er á. Men tað er alneyðugt, at talan er um eitt varandi, regluligt og fast, samband.
Og so heldur Marner Lisberg eisini, at so høvdu vit eina ávísa trygd, skuldi nýggi Smyril víst seg at havt so álvarsligt brek, at hann má takast úr sigling í eitt tíðarskeið.
? Eg vil næstan siga, at tað er ábyrgdarleyst at selja Smyril, vit nú hava, áðrenn vit vita, hvussu tann nýggi virkar.