Kundi fara báðar vegir

Tá vit eftir dystin á Eiði fingu orðið á Símun Eliasen hjá ÍF visti hann ikki reiðiliga, um hann skuldi vera nøgdur ella ikki.
- Úrslitið var nokk ikki heilt av leið, um tú roknar eftir møguleikunum, men tá tú ert á odda tvær ferðir, so skalt tú vinna. Eisini hóast talan altíð er um truplar dystir á Eiði, helt Símun.
Um spælið sjálvt segði hann, at hetta ikki hevði verið nóg gott.
- Vindurin var eftir síðuni, og tí var sera trupult at fáa nakað at hanga saman. Vit royndu eina løtu, men talan gjørdist í nógvum førum um skeivar sendingar, og tí varð ístaðin gjørt nógv við sparkarí, seðgi Símun.
Men hóast alt, so kann hann saman við liðfeløgunum gleðast um, at ÍF framvegis hongur væl við í oddinum, har teir nú mugu roknast sum annað og meira enn ein døgnfluga.
- Vit hava so ikki tapt á útivølli enn, og bara tað í sjálvum sær er vert at halda fast um. Men vit kenna tað tó, sum um vit mistu tvey stig. Tá hini í oddinum vunnu, so mistu vit eisini eitt fet her, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Tí tey flestu fara helst at fáa tað strævið á Eiði, helt hann at enda.