Seinnapartin leygardagin fór vágbingurin Páll Bjarkhamar sjalvur annar út við báti at dyrgja.
Ætlan teirra var at dyrgja eystur úr Baglhólmi við Víkarfjørð, men tá ið teir stoyttu olju úr øðrum dunkinum í tangan, steðgaði báturin upp.
Ikki bar til at fáa motorin í gongd aftur.
Teir komu tá eftir, at vatn ella sjógvur og ikka olja var í dunkinum.
Tað rak hart, og tað rullaði.
- Tað stóð einki til hjá okkum eina løtu, tí tað rak suður móti Røstini, og endaði báturin har, kundi vanlukka hent, sigur Páll Bjarkhamar.
Hann ringdi beinanvegin til konuna, sum setti seg í samband við MRCC.
Løtu eftir kom Sigurd Gudmundsson við skjóttgangandi báti sínum og sleipaði teir til lands.
- Høvdu vit ikki ikki koyrt nakað á motorin, var einki hent, sigur Páll Bjarkhamar.
Teir kundu tó ikki vitað, at onkur hevði gjørt ta beistagerð at tøma oljuna úr dunkunum umborð á bátinum og koyra vatn ella sjógv í dunkarnar í staðin.
Seinast Páll Bjarkhamar visti, vóru báðir dunkarnir fullir av olju.
- Ein slík gerð er at seta fólk í lív og vága, sigur Páll Bjarkhamar, sum í hvussu er hevur lært tað, at hann ongantíð aftur fer at lata oljudankar standa umborð á bátinum.










