Kundatænastan í fokus hjá Tryggingarfelagnum Føroyum

TÍÐINDASKRIV

Kjarnin: Móttøkan á Kongabrúnni er umskipað og umbygd og hevur fingið nýtt navn.

Nýggja navnið er “Kjarnin”. Hetta skal lýsa, at samstundis, sum hetta staðið er andlitið úteftir, so er tað eisini har, tú sum kundi og Tryggingarfelagið Føroyar møtast – í miðdeplinum.

Kjarnin verður altíð mannaður við minst tveimum væl skikkaðum starvsfólkum, sum við síni tryggingarfakligu vitan skjótt og gott kunnu avgreiða mál ella beina teg víðari á rætta leið.

Kjarnin skal eisini ímynda miðdepilin innanhýsis, har starvsfólk koma og møta tær sum kunda, um tú hevur tørv á einum longri práti. Serstøk fundarhøli verða gjørd til tess.

Hetta er ein liður í miðvísa arbeiðnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum seinasta árið at menna starvsfólk innan sølu- og kundatænastu.

Øll starvsfólk, sum hava kundasamband, hava somuleiðis fingið eina skipaða útbúgving, og arbeitt hevur verið við at seta orð á kjarnuvirði okkara.

Hesi eru:

Vilji til lønandi vøkstur – Vit virða heildina – Vit eru ágrýtin og nærløgd – Langtíðarhugsjón – Broytingarsinni