Kundarnir rýma frá Skipafelagnum

Fleiri innflytarar, sum í nógv harrans ár hava brúkt Skipafelagið, sum flutningsfelag, eru farnir til onnur feløg, tí teir eru ónøgdir við tænastuna. Ov nógvar seinkingar og ov nógv spill er høvuðsorsøkin til at kundarnir rýma

Seinastu tíðina hevur Skipafelagið Føroyar mist fleiri av gomlu flutningskundum sínum til onnur flutningsfeløg.

Orsøkin, sum serliga gongur aftur er, at kundarnir eru ónøgdir við tænastuna hjá Skipafelagnum og tí hava kundarnir valt at hyggja eftir øðrum flutningsmøguleikum.


Ov stórt spill

Ein av kundunum, sum hevur fingið sær annan flutningsveitara er Miklagarður í SMS.

Niels Mortensen váttar fyri Sosialinum at so er, og hann sigur høvuðsorsøkina verða at tað var ov stórt spill og ov nógvar seinkingar hjá Skipafelagnum.

? Tann skipanin, sum Skipafelagið brúkar ger, at pallarnir verða lyftir upp og av bilum alt ov ofta. Hetta hevur við sær vanda fyri skaðum og tað hevur verið ein trupulleiki hjá okkum, sigur Niels Mortensen.

Seinkingarnar er ein annar trupulleiki.

Tað er eingin loyna, at veðrið seinastu mánaðirnar ikki hevur verið so lagaligt og tað eru skipini tey fyrstu at kenna sviðan av.

? Tað er rætt. Tíverri er tað alt ov ofta komið fyri, at skipini eru komin ov seint í havn og tað merkir, at vørurnar hjá okkum ikki eru til taks í handlunum tá vit lata upp. Hetta merkir í fyrsta umfari, at vit missa inntøkur og í øðrum umfari, at kundarnir vera ónøgdir, sigur Niels Mortensen.

Tí hevur SMS gjørt av, framyvir at flyta vørurnar við Smyril Line.


Skaðar og

ábyrgdarplasering

Niels Mortensen sigur við Sosialin, at Smyril Line hevur ein flutningshátt, sum passar betri inn í skipanina hjá Miklagarði enn tann, sum Skipafelagið kundi veita.

? Nú verður vøran koyrd í eina byngju frá veitaranum og eingin trukkur ella krani er á henni fyrr enn hon stendur í túninum hjá okkum. Tað merkir m. a. at vit hava færri skaðar og eisini at vit kunnu plasera ábyrgdina fyri teir skaðar, sum koma á vøruna, sigur Niels Mortensen.

Hann vísir m. a. á, at ein evropapallur kostar millum 80 og 100 krónur og fer bara ein flís av pallinum, skal endurgjald latast.


Góða flutningsskipan

Tá vit spyrja Niels um tað kortini ikki eru ampar av, at Miklagarður hevur skift flutningsveitara, sigur hann, at tað als ikki vigar upp í móti vinninginum.

? Vit eru nú noyddir til at flyta Ný Sælendskt kjøt inn í stórum, men tann trupulleikin er so lítil, tí vit brúka frystigoymsluna í Runavík til tað endamálið. Av tí at vit kortini senda ein bil til Runavíkar hvønn dag, so hevur henda skipanin ikki eykakostnað við sær. Bilurin koyrir allíkavæl, sigur Niels Mortensen.

Hann leggur afturat, at tað stutta av tí langa er, at logistikkskipanin nú passar betri við Smyril Line sum veitara enn við Skipafelagnum Føroyar.



Fjord var dropin

Seinkanir hava sum nevnt verið ein trupulleiki, sum Skipafelagið og kundarnir hava havt at drigist við.

Veðrið hevur ikki verið til vildar og so kom sjálv ólukkan.

Skipafelagið hevði leigað Fjord til at sigla við farmi til Føroya og tann eina túrin mátti skipið í illveðrið leggja upp í Hetlandi.

? Tað var dropin, sum fekk tað at flóta yvir. Sjálvandi kunnu øll vera óheppin, men tað var líka nógv mátin alt var handfarið upp á, sum spældi inn,s igur Niels Mortensen.

Hann er ikki einsamallur um kritikkin, tí fleiri aðrir innflytarar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga tað sama.

Poul Michelsen er ein teirra og hann sigur, at teirra trupulleiki eru tær fesku vørurnar.


Missa tríggjar

dagar fyri ein

? Hjá okkum er trupulleikin at verður skipið hjá Skipafelagnum seinkað ein dag, so missa vit fleiri dagar. Okkara útkoyring er soleiðis samansett, at vit koyra út tríggjar ferðir um vikuna og tað merkir so, at verður skipið seinkað, so missa vit í søluni, sigur Poul Michelsen, stjóri.

Hann leggur tó dent á, at hansara fyritøka ikki hevur kvett samstarvi við Skipafelagið, men hevur flutt ein part av vøruni til annað flutningsfelag.

? Tað er soleiðis, at feska vøran hevur eina sølutíð upp á 15-20 dagar og fyri hvønn dag teir vera seinkaðir, missa vit eini 20-25 prosent av okkara sølutíð fyri vøruna. Tí hava vit valt at flyta við einum øðrum felag, sum kemur fyrr á Havnina og tað hevur riggað væl. Turru vørurnar verð enn sum áður fluttar við Skipafelagnum, sigur Poul Michelsen.