Kúlustevnið nakað av skaða – sí kykmynd her!

Hóast Skansanes rendi á land í Storfjorden í Noreg, slapp skipið væl frá hendingini

Hóast Skansanes rendi á land í Storfjorden í Noreg, slapp skipið væl frá hendingini.

 

Video av hendingini sæst á tv2.no VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Tað er føroyska reiðaríið, Sekstant, ið eigur sandbátin, Skansanes, sum fríggjadagin beint áðrenn klokan 13 rendi á land í Storfjorden sunnan fyri Aalesund í Noregi.

 

- Skiparin var sovnaður, og so rendi báturin á land, sigur reiðarin, Emil Gert Nielsen.

 

Hann sigur, at tað bert var kúlustevnið, ið fekk nakað av skaða.

 

- Báturin verður kannaður í løtuni, og so verður skaðin gjørdur aftur, sigur Emil Gert Nielsen.

 

Hann harmast um hendingina, hóast skaðin var rættiliga lítil.

 

- Tað er so nógv og góð útgerð umborð, at sovorðið eigur ikki at koma fyri, sigur reiðarin, Emil Gert Nielsen.