Við Løkin í Runavík fekk NSÍ sunnudagin vitjan av TB, sum berjist fyri lívinum í Effodeildini og í einari beinleiðis uppgerð við B68 nú av álvara hevur lagt trýst á toftamenn, sum í alt ár hava roynt at skáka sær undan niðurflyting og nú eru í stórum vanda.
NSÍ eru tryggjaðir undan niðurflyting, og samstundis sum tað skuldi gerast sera trupult at vinna sær týdningsleysa 6. plássið, so mátti bara staðfestast, at NSÍ als ikki hevði eins nógv at spæla fyri sum TB.
Lotið ávirkaði
Tað var eitt lítið lot frá Toftavatni ímóti Runavíkini, og hetta ávirkaði eisini spælið. NSÍ fekk møguleikan at spæla við vindinum í rygginum í fyrra hálvleiki, og hóast teir royndu at gera sær dælt av hesum, so sást skjótt, at teir komu í klørnar á einum TB-liði, sum bardist fyri lívinum. Spælið var gott til tíðir, serliga Sjúrður Jacobsen og Árni Frederiksberg mynstraðu seg væl frameftir, men komnir nærri málinum var lítið bit í hjá NSÍ, sum allan hálvleikin á tamb stríddist við at fáa ein avgerandi stóran møguleika. Ein slíkan fekk Andrias á Líknargøtu eftir innlegg, men Ivan Stojkovic var kvikur úr TB-málinum og vardi fyri skotinum úr stuttari fjarstøðu.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Venjarin avgjørdi
Í seinna hálvleiki tók vindurin til, og nú var tað TB, sum skuldi royna seg við honum undan. Tað var Magnus H. Olsen, sum bant spælið hjá NSÍ saman, og gjørdi hann tað eisini frálíka væl leingi, men tá ið TB ressaðist við og kom longri fram á vøllin at leggja trýst á, var vandi á ferð. Gilli Sørensen vísti kvikleika sín í vinstru síðu, og átti hann eisini eina góða roynd umvegis fríspark, sum fór tveir metrar upp um málið.
Tá ið góðir 20 minuttir restaðu í, setti leikandi venjarin hjá TB, Milan Kuljic, seg sjálvan á vøllin fyri Ragnar B. Tausen. Hetta skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð. Hann hevði bara verið á vøllinum í tveir minuttir, tá ið hann hevði lagt TB á odda 1-0. Tað var eftir eina verjuvillu hjá Pól Jóhannusi Justinussen, at Milan Kuljic slapp at renna næstan hálva vøllin púra leysur og sendi bóltin framvið NSÍ-málverjanum. Rómur var sjálvsagt á TB-leikarunum og teimum lutfalsliga nógvu trúgvu áskoðarunum, sum høvdu leitað sær langa teinin inn í Eysturoynna.
Fyri at verja um leiðsluna setti TB Dimitrije Jankovic, sum annars hevði verið fremsti maður, aftur í verjuna at hjálpa til. Mótsvarið hjá NSÍ var at seta Pól Jóhannus Justinussen í álopið, men longu sendingarnar fram á vøllin var matur fyri TB-verjuleikararnar, sum duga væl júst at rudda bóltarnar burt.
Hetta megnaðu teir tað, ið eftir var av dystinum, og kundu tvøramenn tískil fegnast um trý sera kærkomin stig til botstríðið, har teir høvdu frætt, at B68 einans fekk eitt stig burturúr sínum dysti. Hetta merkir, at TB nú røttu megin niðurflytingarstrikuna er trý stig frammanfyri B68, meðan NSÍ ikki kann iðra seg alt ov nógv um at hava tapt ein so at siga týdningsleysan dyst.