Kuljic skal venja TB

Tað verður Milan Kuljic, sum næsta kappingarár skal vera venjari hjá TB, sum aftur verður at síggja í bestu mansdeildini. Hetta váttar formaðurin í TB, André Dalfoss, fyri Suðuroyar Portalinum.
Milan Kuljic spældi í farna kappingarári við AB, sum kapp­aðist við TB um upp­flyt­ing, men annars hevur hann verið at sæð í føroyskum fót­bólti líka síðani 1998.
Fyrstu árini spældi hann við VB, og síðani var hann eis­ini í trý ár hjá HB, og hesi seinnu árini hevur hann tikið venjaraútbúgving og hevur A-prógv, ið krevst fyri at venja lið í Vodafonedeildini.
Greitt er eisini, at Bojan Timic, sum fekk um endan á farnu kappingini og skoraði 10 mál í átta dystum fyri TB, heldur fram í felagnum, umframt mál­verjan, Ivan Stojkovic, og verju­spælaran, Dimitrije Jankovic. Harumframt ætlar TB at styrkja sær liðið við einum út­lendskum spælara aftrat.