Kuldin og kavin verða verandi nakrar dagar

Eitt lágtrýst vestan fyri suðurnoreg fer í ein landsynning og mennist, meðan eitt lágtrýst við suðurgrønland fer í ein landsynning móti Bretlandi. Køld luft við vetrarælum streymar inn yvir Føroyar av norðri. Mikudagin mennist eitt hátrýst vestan fyri Føroyar, sum ger at mongdin av avfalli minkar nakað hósdagin. Seinni í vikuni raka nýggj brúgvaløg við regni og lýggjari luft okkum av vestri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 5 m/s. Vátaslettings- ella kavaæl, men onkrir sólglottar. Hitin úr frostmarkinum í 5 hitastig. Í kvøld eitt lítið lot av norðri og landnyrðingi, undir 5 m/s, sum í nátt øtlar í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn og vátaslettingur. Hitin millum 5 kuldastig og 2 ella 3 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan og øtlar í andøvsgul upp í strúk í vindi. Samdrigið og fleiri vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina frost í støðum.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Um náttina makar hann í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaæl, og hitin úr beint undir frostmarkinum upp í 3 hitastig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og vátaslettingur og regn, møguliga kavi fyrstu løtuna. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni bara okkurt æl. Hitin um dagin millum 3 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.