Síðani tann harða jarðskjálvtan í Pakistan og Kashmir tann 8. oktober hava hjálparfelagsskapir og pakistanski herurin roynt at útvega teimum nógvu heimleysu tjøld og teppi til veturin. Men tað hevur verið trupult at fáa útgerðina fram í teimum høgu fjøllunum. Tí eru tað framvegis mong, sum lítla og onga hjálp fáa, og um stutta tíð fer kavin at kvetta alt sambandið við tær nógvu fjallabygdirnar.
Tað sigur hjálparfelagsskapurin Kashmir International Relief Fund, sum eisini veit at siga, at á leiðini kring býin Muzzaffarabad í pakistanska partinum av Kashmir eru umleið 100 børn deyð í kulda tann seinasta mánaðin.
Samstundis kæra hjálparfelagsskapirnir seg um, at útgerðin, sum teir hava fingið, er ikki nóg góð. Joan Lane, sum arbeiðir hjá einum av felagsskapunum, sigur við bretska blaðið The Independent, at fleiri túsund fólk hava fingið tjøld, sum vísa seg at vera óbrúkilig um veturin. Tey hoykna stutt sagt undan kavanum, sigur hon. Tað sama sigur altjóða hjálparfelagsskapurin IOM, sum vil vera við, at tríggir fjórðingar av tjøldunum eru als ikki egnað sum vetrarbústaðir hjá fólki.
Samstundis hevur ST boðað frá, at næstan ein millión fólk hava eingi teppi fingið enn.
Pakistonsku myndugleikarnir meta, at 3,5 milliónir fólk eru heimleys. Tey flestu hava leitað sær skjól í stórum tjaldlegum, men mong eru enn í teimum smáu fjallabygdunum. Tey tora ikki at fara haðani, tí tey eru bangin fyri at missa jørðina og húsdjórini, tí tað eru bara tey fægstu, sum hava nakað skjal, sum sigur, at tey eiga jørðina.